Demokraturin Barrack Obama og republikanarin John McCain hava eftir øllum at døma vunnið uppstillingarvalini, sum vóru í gjár Hesaferð vóru tað veljarar í statunum Virginia, Maryland og høvuðsstaðnum Washington D.C., sum vóru á uppstillingarvali.
Amerikanskir fjølmiðlar skriva, at hjá demokratunum hevur Barrack Obama vunnið í øllum trimum statunum. Tað merkir sambært CNN, at hann nú hevur 1.195 valmenn, meðan Hillary Clinton hevur 1.178.
Hjá republikanarunum hevur John McCain vunnið øll trý valini í gjár, og hann hevur nú 812 valmenn. Mike Huckabee hevur 217.