Nú er NSÍ komið á talvuna

EB/Streyma venjarin er illa nøgdur við, at dómarin ikki í fyrra hálvleiki bríkslaði fyri brotssparki og vísti einum av heimamonnunum av vølli

Tað lætnaði hjá teimum í NSÍ seint seinnapartin. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 3-0 til heimaliðið.

Heimasigurin varð vunnin eftir stóra yvirvág hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki. Tá skoraðu heimamenninir trý mál. Tað fyrsta skoraði Betuel Hansen eitt lítið korter eftir steðgin. Hann avloysti beinanvegin eftir steðgin Búa Egilsson, sum hevði gult kort á kontuni. Uppleggið átti Mikkel Jakobsen, og tað var hann, sum eitt stórt korter undan leikloki økti um munin til 2-0.

Uppleggið til 2-0 málið átti Petur Knudsen, sum staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Hann umsetti úr 11 metrum, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki, sum varð dømt, tá ið Klæmint A. Olsen varð feldur.

Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, ásannar, at tað var einki at siga til, at NSÍ skoraði fleiri mál í seinna hálvleiki.

-Leikferðin hjá heimaliðnum var eitt vet hægri í seinna hálvleiki, og tað bar fleiri málmøguleikar við sær. Men dysturin kundi havt tørnað heilt øðrvísi út, um dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki til okkum í fyrra hálvleiki. Um Jóhan Troest Davidsen tá varð vístur út, og um vit høvdu skorað, so kundi tað verið øðrvísi, hóast tað ikki hevði undrað meg, um NSÍ hevði átt trýstið, sjálvt um heimamenninir vóru undirmannaðir.

Petur Knudsen, sum var við aftur eftir leikbann, og sum skoraði til 3-0 var væl nøgdur:

-Tað er ein stórur lætti, at vit komu á stigatalvuna. Nú hava vit eftir góðan sigur trý stig, og nú fokusera vit á næstu avbjóðingina, sum eftir landsliðssteðgin verður ímóti Víkingi, sum í gjár vann ímóti HB. At bæði HB og B36 mistu stig, og at vit nú skulu spæla ímóti væl upplagda Víkingi ger, at vit hava møguleika at lyfta okkum, hóast vit einki stig fingu burtur úr tveimum teimum fyrstu umførunum, sigur Petur Knudsen.