TÍÐINDASKRIV frá
Ung Tjóðveldinum
Fólkafundur verður á Vaglinum í Tórshavn leygardagin 3. mars 2001 kl. 15
Í samband við at fólkaatkvøðan um framtíðarstøðu Føroya er avlýst skipar Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi undir heitinum ?Nú er nokk !?.
Í 1946 tók Føroya fólk ta avgerð, at Føroyar skuldu gerast eitt sjálvstøðugt land. Sum kunnugt varð henda avgerð ongantíð viðurkend. Alt síðan hetta er nógv tíð og orka nýtt til politiskt stríð um sjálvstýrisspurningin.
Ikki fyrr enn eftir løgtingsvalið 1998 varð landsstýri aftur skipað, ið hevði til endamáls at skipa Føroyar sum fullveldisríki. Samgonguskjal landsstýrisins sigur m.a.: ?at føroyingar eru tjóð og Føroyar eitt land, og at politikkur samgongunnar verður at fremja henda suverenitet í verki?.
Eftir drúgvar samráðingar við donsku stjórnina, ið endaðu úrslitaleysar, varð farið undir at orða eina nýggja fullveldisætlan á heysti 2000.
1. februar 2001 boðaði eitt samt landsstýri frá, at fólkaatkvøða fór at verða útskrivað, har Føroya fólk skuldu avgera framtíðarstøðu Føroya.
Fólkaatkvøðan, ið varð lýst at verða 26. mai, skuldi snúgva seg um, at Føroyar skuldu gerast búskaparliga- og umsitingarliga sjálvberandi og óheftar eftir í mesta lagi 12 árum.
Hóttanir frá donsku stjórnini og ein einstøk veljarakanning hava síðan borið við sær, at fólkaatkvøðan er avlýst og harvið er avgerðarrættinum tikin frá Føroya fólki.
Hesum vil Unga Tjóðveldið harðliga mótmæla og skipað verður tískil fyri fólkafundi har vónin er at fáa savnað allir føroyingar, ið somuleiðis ynskja at staðfesta, at ?nú er nokk !? á Vaglinum í Tórshavn leygardagin kl. 15.
Mótmælt verður, at:
- avtalan og lyftið, sum eru staðfest í samgonguskjalinum, um at skipa Føroyar sum fullveldisríki verða brotin.
- fólkaatkvøðan, ið er lýst at verða 26. mai, verður av ongum og at avgerðarrætturin harvið verður tikin frá Føroya fólki.
- danska stjórnin blandar seg í innanhýsis politisk viðurskifti og danska stjórnin harvið ? heldur enn føroyska landsstýrið ? hevur fingið loyvið at tulka og harvið at áseta, hvat ein fólkaatkvøða um framtíðarstøðu Føroya skal snúgva seg um.
Á skránni verða røður, undirhald og felagssangur. Skráin verður lýst nærri fríggjadagin.