Nú er navnið á sjómanninum kunngjørt

Deyði sjómaðurin sló út umborð á einum litaviskum krabbaskipi í 2016.

 

Norska løgreglan váttaði herfyri, at tey høvdu staðfest samleikan hjá líkinum og manninum, sum norski rækjutrolarin Remøy fekk í trolið fyri nøkrum vikum síðan.

Teir fingu mannin í trolið, meðan teir vóru til fiskiskap í Loynikrókinum. Loynikrókurin, sum liggur tætt uppat russiskum havøki, er altjóða sjógvur.

Líkið hevur verið til kanningar á Universitetssjúkrahúsinum í Tromsø, men tað hevur tikið sína tíð, áðrenn norska løgreglan vildi siga, hvør maðurin var.

Tey vildu fyrst, at tey avvarðandi í viðkomandi landi fingu boðini, og tað hava tey nú fingið, tá norska løgreglan í dag hevur kunngjørt navn og samleika.

Í dag upplýsir norska løgreglan neviliga, at deyði maðurin er russiski krabbafiskimaðurin, Kirill Filippov. Hann sló út umborð á einum litaviskum krabbaskipi í 2016.