Tað verður nógvur vinur í kvøld og í morgin. Strandfaraskip Landsins boðar frá fleiri avlýsingum.
Tíðliga í dag varð siglingin til Nólsoyar steðgað, og seinastu túrarnir hjá Smyrli millum Havnina og Krambatanga vórðu somuleiðis framskundaðir. Leið 700 og 701 hjá bygdaleiðum í Suðuroy er eisini steðgað vegna vánalig koyrilíkindi, og sama er galdandi fyri leið 600 og 601 í Sandoynni.
Í morgin, 28. desember, koyra bygdaleiðir í Suðuroy sambært týsdagsferðaætlanini, hóast koyrt verður til túrin hjá Smyrli klokkan seks av Krambatanga.
Landsverk skrivar soljóðandi um koyrilíkindini nú í kvøld:
- Gjáarskarð - Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
- Kambsdalur - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - Stormur, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Høgareyn - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s
- Á Sandavágshálsi - Stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 48 m/s
- Hvalba - Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - Ódn, í hvirlunum upp til 50 m/s
- Porkerishálsur - Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 42 m/











