Úteftir kann tað tykjast, sum sørvingar ikki vilja verða við. Men soleiðis er veruleikin tíbetur ikki. Tí tosar tú við fólk í Sørvági, vísir tað seg, at stórur partur meinar, at eisini Sørvágs kommuna sjálvandi eigur at verða ein partur av eini kommunusamanlegging.
Men við at mana alt tos um samanlegging í jørðina, hevur tað eydnast verandi bygdaráði at parkera Sørvágs kommunu uttan fyri verandi samráðingar og ávirkan av eini samanlegging, sum helst kortini kemur um ikki so langa tíð.
Tað ljóðar nevniliga, at landsstýrismaðurin í kommunumálum arbeiðir við lógarsmíði, ið tvingar Vágar í eina kommunu, og at hetta væntandi kemur at henda longu mitt í komandi kommunuvalskeiði, ella um góð tvey ár.
Í meðan hinar kommunurnar samráðast um stór og smá viðurskifti í eini nýggjari felagskommunu, sita vit og vilja ikki vera við. Neyvan nýtist einum at vera tann stóri kortspælarin fyri at skilja, at eftir at tey bestu kortini eru givin, verður neyvan nakar trumfur eftir til Sørvág.
Heldur enn at bíða, eigur Sørvágs kommuna tí at gerast partur av eini samanleggingar-tilgongd beinanvegin, so at kortini kunnu verða javntbýtt millum partarnar.
At óttast fyri tí, vit kunnu missa, heldur enn at síggja, hvat vit kunnu vinna, kann koma at kosta okkum dýrt.
Vóanandi fara borgarar í Sørvágs kommunu at taka henda spurning í stórum álvara, nú farið verður undir at tekna listar til kommunuvalið í november.
Eg eri ikki bara fyri, at verða við, men ætli mær eisini at víða mína borgarligu skyldu fyri einum, ið er sinnaður at venda vandakósini hjá verandi bygdaráð og atkvøða fyri hesum.
Í norðsjónum 13. sep. 08