Nú er nýggja skipið yvirtikið á føroyskar hendur

Gongst sum ætlað verður Erla Kongsdóttir í Føroyum mitt í næstu viku

Nú hevur Strandferðslan loksins yvirtikið nýggja skipið, Erlu Kongsdóttir. Fólk frá Strandferðsluni hava verið í Noregi í fleiri dagar í sambandi við yvirtøkuna og hesa tíðina er skipið royndarsiglt.

Royndarsiglingin vísti, at ymsar rættingar skuldu gerast. Tað mesta er nú rættað og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at nú hevur Strandferðslan yvirtikið skipið. Men talan er um eina treytaða yvirtøku og tað merkir, at tað eru framvegis viðurskifti, sum skulu rættast, áðrenn yvirtøkan er endalig.

Av trygdarávum eru allar skipanir umborð, dupultar, men tað vísir seg, at eitt av girunum verður ov heitt tá ið Erla Kongsdóttir siglur við fullari ferð. Tann feilurin verður nú rættaður, áðrenn skipið verður endaliga yvirtikið sigur Hilmar Elisasen.

Tá ið tey kortini hava yvirtikið skipið, treytað, er tað fyri at skunda undir at fáa pappírsarbeiðið við Skipaeftirlitið avgreitt, so at skipið kann fara í sigling.

Sum støðan er nú, eru ikki líkindi at loysa í Noregi, men sum tað sær út nú, verður ein skái um vikuskiftið og  heldur tað stikk, er ætlanin at seta kós ímóti Føroyum tá. So skuldi Erla Kongsdóttir verið í Føroyum í fyrru helvt í næstu viku, men her skulu so eisini nakrar royndir, og nakrar venjingar gerast, áðrenn Erla Kongsdóttir verður sett í ferðafólkasigling.

Fyrsta uppgávan verður at røkja siglingina ímillum Havnina og Nólsoy ímeðan Ternaner í dokk. Erla Kingsdóttir siglur so skjótt, at tað eru 12 minuttir frá tí, at loyst verður í Havn, til lagt verður at í Nólsoy - ella øvugt. Ternan verður aftur í sigling stutt fyri jól, so Erla Kongsdóttir verður álitið í hálvan annan mánað. Hon tekur sløk 100 ferðafólk og einar tríggjar bilar.