Klaksvík: Fríggjadagin fall avgerðin um, hvør ið vann ta stóru kappingina at tekna ein nýggjan miðbý í næststørsta býi okkara.
Tá uppskotini komu inn, kundi dómsnevndin staðfesta, at tey vóru 154 í tali. Fólk úr mongum ymiskum londum góvu her sítt boð upp á, hvussu kommunan kann fáa ein vælvirkandi miðbý.
Millum hesi varð so uppskotið sum Ósbjørn Jacobsen, saman við øðrum hevði latið inn. Í grundgevingunum stendur, at hetta er eitt greitt og byggilistarliga vakurt svar til framtíðina.
- At tað komu so mong uppskot inn, var langt omanfyri tað sum eg sjálv hevði ímyndað mær.
- Tað sum tó gleðir meg uppaftur meiri er, at góðskan á uppskotunum livir fult og heilt upp til vónir okkara fyri hesi kappingini, slær borgarstjórin fast.
Í dómsnevndini sótu seks umboð fyri Klaksvíkar kommunu og býin yvirhøvur, umframt tríggir fakdómarar.
Livandi miðbýur
Gjøgnum árini eru fleiri royndir gjørdar til tess at hugsa seg fram til, hvussu ein framtíðar miðbýur skal skipast í Klaksvík.
Fleiri røddir hava verið frammi um, at allar hesar ætlanirnar bara vóru luftkastellir og uttan hald í veruleikanum.
Hesar røddir komu eisini fram, tá kappingin varð útskrivað, og hava eisini verið at hoyrt, meðan kappingin hevur verið.
- Tað er ikki rætt, at vit bara tekna og tekna, og at einki verður gjørt, slær borgarstjórin fast. Og hon leggur aftrat:
- Vit hava havt fleiri ætlanir um miðbýin á borðinum, og vit hava so sanniliga bygt og planlagt í tráð við hesar tey seinastu ártíggjuni. Og tað verður eisini gjørt í løtuni.
Vónirnar hjá kommununi eru, at byggivirksemið í miðbýarøkinum fer at økjast, soleiðis at Klaksvík fær ein livandi miðbý.
- Hesin skal sjálvandi skipast á best møguligan hátt, til frama fyri trivnaðin og menningina av kommununi.
- Júst tað var endamálið við hesi hugskotskappingini, sum vísir, hvussu ymiskt ein kann loysa hesa uppgávuna, sigur Gunvá við Keldu.
Úrslitið av kappingini verður nú grundarlag fyri eini víðari tilgongd av skipanini av miðbýnum.
- Hetta arbeiðið gleða vit okkum til, sigur hon.
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík í framtíðini
Í kappingarskránni bað Klaksvíkar kommuna um uppskot, sum millum annað fara:
- at skipa Klaksvík til ein meira samlaðan bý tvørtur um Eiðið, sum bindur saman báðar síður í býnum
- at skipa ein nýggjan miðbý við almennum funktiónum, sum vilja økja um títtleikan av fólki, sum hava ørindi í miðbýnum
- at geva framtíðar miðbýnum loysnir, ið eru burðardyggar í mun til Agenda 21 prinsippir
- at vísa á ein meira tættan miðbý við shared space prinsippum fyri ferðslu
- at vísa á loysnir, ið taka hædd fyri veðri og vindi, har serliga vindurin tvørtur um Eiðið má avmarkast fyri at fáa lívd meginpartin av árinum, fyri uppihaldi úti fyri gangandi og súkklandi
- at gera Klaksvík til ein attraktivan bý, ið kann kveikja nýggjar vinnur, nýggja mentan og nýhugsan
- at geva Klaksvík bygningar í miðbýnum, sum saman skapa útiøki, har arkitektonisk dygd og umhvørvi verða raðfest høgt
- at styrkja og betra um miðøkið sum møtistaðið, ið varpar ljós á samleika, sum fer at tryggja eina menning av staðnum og fólkagrundarlagnum
- at geva eina heildarætlan, ið skipar miðøkið og koplar nýtt við verandi bygging í miðøkinum
- at geva eitt tilmæli til eina miðbýarætlan, sum verður implementerað í eini lokalari byggisamtykt fyri økið.
Byggja út í stigum
Megintankin í uppskotinum er at skapa eitt eyðkent og væl vart býarrúm í miðjuni á tí útlagda økinum, ein miðdepil og eitt borgaratorg, sum samstundis verður týdningarmesta savningarstaðið í býnum við handlum, kaffistovum, miðstøð fyri ferðafólk og vitjandi í einum ringi, uttan um torgið og við skrivstovum, vinnuvirkjum og íbúðum í teimum ovaru hæddunum á húsunum.
Hetta býartorgið hevur eitt skap, sum fer at verja fyri veðri og vindi og gera, at har verður dámligt at vera, eisini gerandisdagar, tá ið virksemið er avmarkað.
Út frá hesari kjarnuni ber so til at byggja út í stigum so hvørt, bygningar sum mentanarhúsið, sjóvinnusavnið, umsitingarhús til kommununa við tænastum til borgararnar. Týdningarmikið er tað, at miðbýurin longu kann vera ein veruleiki sum handilsmiðstøð innan fyri eitt stutt áramál og uttan at krevja stórar almennar íløgur í fyrsta umfari.
Støðuplanurin er einfaldur og sannførandi við teimum báðum áunum, Ósá og Vágsá, sum lata seg upp móti vánni, Vágsá sum ein býarkend kanal, ið førir inn til ein bátahyl í suðursíðuni á býartorginum, Ósá sum ein frítt rennandi á, ið endar í víkini á sólsíðini við Biskupsstøð við sandstrond og neystum, soleiðis sum fyrr var í Klaksvík.
Hetta gevur tilsamans eitt skap, ið vendir sær natúrliga móti vágni og útsýninum, og her úti, í vøkrum sambandi við býartorgið, standa teir týdningarmestu bygningarnir: Mentanarhúsið og sjóvinnusavnið.
Nýtt hotell
Í uppskotinum verður eisini nortið við ferðsluviðurskiftini.
Teir báðir armarnir í býnum verða styrktir við gongubrúgv fram við innasta partinum av vágni, og innaru megin gongubrúnna verður skotið upp at hava tættari bygging við handlum, skrivstovum og íbúðum nakað sum uttan um býartorgið. Á vestara arminum inn ímóti miðøkinum er skotið upp at byggja eitt nýtt hotel. Ferðsluskipanin er einføld við einum vegi inn til busstøðina tætt upp at torginum og annars at hava løgd tún felags fyri koyrandi, gangandi og súkklandi ferðslu. Harumframt verður skotið upp at gongubrúgvarnar verða bundnar saman og halda fram tvørtur um Eiðið til Borðoyavík og økið Úti í Grøv.
Teir einstøku partarnir í uppskotinum kunnu verða nærri viðgjørdir í endaligu ætlanini, men tað er týdningarmikið ikki at sleppa høvuðsskapinum við sínum greiðu útsýnislinju, eitt skap, sum á stórfingnan hátt er vístur í stjørnuskapaðu tekningini av samanbindingini millum verandi býin og tann nýggja, sum er komandi hjartað í býnum.
Dómsnevndin heldur, at hetta uppskotið er eitt greitt og byggilistarliga vakurt svar til settu uppgávuna, og at tað fer at geva býnum eitt spennandi og hugvekjandi grundarlag fyri framhaldandi arbeiðinum at gera nýggja miðbýin í Klaksvík til veruleika.
FAKTA
Vinnandi uppskotið
Uppskot 62, mrk. 13542. Klaksvík City Center. Biskupstorg.
Uppskotsstillari: Henning Larsen Architects, Ósbjørn Jacobsen, ark., Maine Godderigde, stud.ark., Anna Sundstedt, stud.ark., Wesam Asali, visualisering, Kalle Park, Veðursimulering (Danmark)
Vann 1. heiðursløn: 400.000 krónur










