Annika B Hoydal
Virk. leiðandi ljósmóðir
??????
Hugstoytt og skelkandi, at lesa hvussu forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkratøktarfrøðingar vanvirðir og undirmetir fakliga førleikan hjá ljósmøðrunum, og ikki góðtekur heimildir teirra ið eru staðfestar við lóg.
Sum virkandi leiðandi ljósmóðir, má eg harðliga afturvísa og átala skeivu og hóttandi viðmerking hjá Janu H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í Sosialinum 7. apríl 2005.
Fakligi førleiki ljósmøðranna
Eg vil hervið staðfesta, at fakliga útbúgving og førleikin hjá ljósmøðrum gevur teimum fullan førleika at vara av barnakonu og barni hennara, frá graviditeturin verður staðfestur og til barsilstíðin er av. Hetta eru allar barnakonur og børn teirra - frísk sum sjúk.
Hesin førleiki er staðfestur í lóg og tilhoyrandi reglugerðir, og fær ljósmóðirin hendan førðleika við at geva ljósmøðralyfti, og við lóggilding (autorisatión).
Hendan lóggildingin er givin av danska Sundhedsstyrelsen, ið eisini hevur ábyrgd og myndileika at at tryggja, at ljósmøður til eina og hvørja tíð arbeiða í tráð við førleika teirra.
Tí er tað púra burtur við, at halda uppá at ljósmøður longu hava, og fara at átaka sær uppgávur ið tær ikki eru mentar at røkja. Hetta hevur einki hald í veru-leikanum, og prógv fyri hesum er heldur ikki at síggja nakrastaðni í viðmerking Janu H. Dalsgaards.
Ræðir barnakonur
Eisini undrar og skelkar tað meg at forkvinnan fyri fakbólki ið hevur góða sjúklingarøkt sum fremsta mál, velur at og ræða barnakonur og familjur teirra við hóttanum um sjúku og eintá deyða, um broytingar verða framdar. Hóttanir ið ikki hava nakað hald í veruleikanum.
At Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gera hetta til eitt fakpolitisk stríð er greitt, og kanska eisini partvís skilligt, men at nýta hóttanir og sum vápn, og harvið skapa óneyðugan ótrygleika millum barnakonurnar kann als ikki góðtakast og má harðliga mótmælast.
Virðing fyri øðrum fakbólkum
Eg skilji sera væl at dugnaligu sjúkrarøktarfrøðingarnir á A2 eru ørkimlaðar og keddar um at fólk skulu sigast úr starvi, men at geva ljósmøðrunum - arbeiðsleysum ella ikki - ábyrgdina fyri hesum er burturvið.
Ljósmøðurnar hava í fleiri ár gjørt vart við at tær hava førleika at starvast á A2. Hetta merkir tó als ikki, at tær hava nakað við hesa rationalisering á Landssjúkrahúsinum - og harvið uppsagnir av starvsfólki - at gera. Tó skal tað vera púra greitt at ljósmøðurnar ynskja at starvast innan alt barnakonuøkið.
Lat tað vera púra greitt at ljósmøðurnar hava fulla virðing fyri arbeiði hjá øllum sjúkrarøktarfrøðingum, og ivast ikki í at eitt gott og virðismikið arbeiði verður gjørt av hesum starvsbólki, men staðfestast má í viðmerking Janu H. Dalsgaard at so er ikki í hennara føri. Umframt at siga, at ljósmøðurnar eru ein hóttan fyri barnakonur og børn teirra, sigur hon at sjúkrarøktarfrøðingar saktans kundu tikið ímóti børnunum, og gerð seg hervið sekan í at siga seg hava førleika ið lóggilding hennara á ongan hátt gevur henni heimild til. Hetta er ólógligt og kann sektast við bót.
Samstarv
At enda vil eg sum virkandi leiðandi ljósmóðir harmast um henda harðliga og vanvirðiliga atburð hjá fakfelag sjúkrarøktarfrøðingana. Hetta tí eg ikki ivist í, at ljósmøðurnar saman við hinum starvsbólkunum á A2 - og harvið eisini sjúkrarøktarfrøðingar - í felag kundu skapt eina heilt serligt og dygdargott tilboð til allar barnakonur, børn, og familjur teirra. Eitt samlað tilboð, ið gav tað besta frá øllum fakbólkum, soleiðis at besta grundarlag varð lagt fyri allar familjur í Føroyum.