Fiskivinna
Fyrr í ár noyddist P/F Kambur at boða skipum og bátum, sum regluliga keypa agn á Strondum, frá, at høgguslokkurin var farin at ganga undan.
- Vit lótu skip og bátar vita, at neyðugt fór at vera at skamta høgguslokkin fyri at fáa hann at røkka, til høgguslokkur fekst aftur. Alternativið var at gera sum aðrir og selja, til agnið var uppi. Tá høvdu teir, sum fiska væl, keypt størstu nøgdirnar, meðan aðrir høvdu verið fyri vanbýti, siga tey á Kambi.
Vignaðist illa
Tá ið felagið aftur fekk nýggja sending av høgguslokki umleið hálvan mai, var hesin vorðin nógv dýrari at keypa, tí veiðan eftir høgguslokki vignaðist so illa seinasta vetur.
- Agnið er nú dýrari, men hinvegin vænta vit, at nóg mikið verður av høgguslokki restina av hesum árinum.
Á Kambi siga tey, at høgguslokkavertíðin við Falklandsoyggjarnar royndist illa seinasta vetur.
- Veiðan er vanliga í desember, januar og februar, men við tað, at so lítið var at fáa, dróg vertíðin út, soleiðis at roynt varð heilt út í apríl mánaða.
Hetta førdi til, at long tíð gekk, áðrenn Kambur fekk nýggja sending av høgguslokki.
- Vit keypa agn í kapping við eitt nú skipini, sum veiða tunfisk, og tá ið kappingin um høgguslokkin gjørdist so stór, reyk prísurin eisini upp, siga tey á Strondum.
Størri høgguslokkur
Spurdur, um høgguslokkurin ikki er størri í ár, tá ið vertíðin við Falklandsoyggjarnar gjørdist so long, siga tey:
- Jú, hann er størri, enn hann hevur verið seinastu árini. Onkur stødd er so mikið stór, at til ber at klúgva høgguslokkin í tvey, soleiðis at hann verður drúgvari. Men samstundis verður eisini meira arbeiði av honum.
Á Strondum siga tey, at orsøkin til vánaliga fiskiskapin við Falklandsoyggjarnar síðsta vetur var, at streymviðurskiftini háttaðu sær øðrvísi enn vanligt, og tí rak yngulið samstundis øðrvísi enn vanligt.
P/F Kambur á Strondum selir høgguslokk, makrel, sild, kúfisk og nebbasild.