Malla var síðsta árið og reiðiliga tað í sambýlinum fyri eldri í Klaksvík. Hagani varð hon í síðstu viku innløgd á sjúkrahúsið, og nú fjarðaði hon burtur, mett av døgum.
Malla varð fødd 23. juli í 1902. Hundrað ára føðingardagurin hjá henni varð hildin í Svínoy, og tey, sum upplivdu henda framúr góðveðursdagin og væl upplagda 100 ára gamla føðingardagsbarnið og allan blíðsskapin, sum familjan og bygdin sýndi, fara altíð at minnast aftur á hesa fagnaðarløtuna.
Malla giftist í 1931 við Edvardi Jacobsen. Tey vóru bæði ættað úr Svínoy. Hann uttan úr Váli, sonur Ingu og Simon Just Jacobsen, og hon úr Yvirstovu. Hon var yngst av teimum átta børnunum hjá Amaliu og Poul, sum var ættaður úr Nornastovu í Mikladali. Hann var smiður, tá ið kirkjan í Svínoy varð bygd í 1878, og tey bæði giftust í 1882.
Elst av systkjunum hjá Mallu var Annika, sum var fødd í 1883 ella 121 ár frammanundan, at yngsta systurin nú doyði.
Malla og Edvard fingu fýra synir: Bjarni, Helgi, Atli og Ingi. Bjarni býr í Havn, Helgi í Klaksvík, Atli á Eiði og Ingi í Havn.
Í heiminum hjá Mallu og Edvardi hava mong gist og notið blíðsskap. Tey vóru í mong ár álitisfólk í lítlu samkomuni Smyrna, og nógv, sum hava vitjað í Svínoy í sambandi við møtir í salinum, plagdu at vera hjá Mallu og Edvardi. Edvard, sum var føddur 25. juni í 1903 og doyði 29. januar í 1985, var tiltikin góður predikantur.
Kistan við Mallu fer til Svínoyar í morgin, og hon verður jarðað týsdagin.










