Síðstu ferðirnar hevur tað verið fokus á langa skaðalistanum hjá B36. Nú er listin væl styttri, enn hann hevur verið, og tað kann gott vera, at onkrir, sum leingi hava verið uttanfyri, fara at vera á dómaraseðlinum ídag:
-Vit eru nøgdir við úrtøkuna seinastu ferðirnar, og tað verður heilt gott, um vit megna at vinna ímóti Skála, og tað eiga vit at gera á heimavølli, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Hanus Thorleifsson og Robert Heðin Brockie eru framvegis skaddir. Tað er møguleiki fyri, at onkrir av hinum, sum hava verið skaddir, fara at spæla í dag. Teir eru Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hågni Madsen og Sebastian Pingel.
Hjá Paula Poulsen og teimum á Skála snýr tað seg um at fáa spælararnar at vera heilt birgar aftur, eftir at teir mikukvøldið taptu 1-0 í steypakappingini ímóti Víkingi.
Tá var hugburðurin góður, og tapið so tepurt, sum tað ber til at vera.
Skálamenn hava góð minni frá at spæla ímóti B36:
-Vit hava fyrr í ár víst, at tað ber til at vinna á meistaraliðnum, sigur Skála málverjin Andras Gango og sipar til, at tað í øðrum umfari eydnaðist Skála at vinna 1-0 á heimavølli ímóti B36. Einsamalli málskjúttin ta ferðina var Álvur F. Christiansen.
Í dag er Ólavur Mikkelsen leikbannaður. Brian Jacobsen er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið burturstaddur í útbúgvingarørindum.