Nú er Lukasz víkingur

Fimm ár eftir, at teir vunnu FM saman, eru Lukasz Cieslewicz og Eyðun Klakstein aftur í sama felag

Tað hevur ljóðað síðstu dagarnar, og í gjár visti in.fo at siga, at tað fór at verða almannakunngjørt ídag. Og nú hevur Víkingur váttað og mynd er tikin, sum prógvar, at Lukasz Cieslewicz í 2020 og 2021 fer at spæla við Víkingi.

-Lukasz Cieslewicz hevur bara umboðað B36. Nú hevur hann valt at royna nýggjar leiðir, og vit ynskja honum at vera hjartaliga vælkomnum í Víking, siga teir í Víkingi.

Tá ið B36 í 2015 vann FM, var Eyðun Klakstein venjari, og Lukasz Cieslewicz var arkitektur í álopsspælinum. Hann var við í 23 dystum, og hann var B36 toppskorari við tíggju málum.

Síðani tað varð greitt, at Eyðun Klakstein tvey tey næstu árini verður venjari hjá Víkingi, hevur felagið nú skrivað undir sáttmála við tríggjar spælarar, ið Eyðun Klakstein áður hevur verið venjari hjá, og sum kunnu roknast at verða lyklaspælarar í royndini hjá Víkingi at vinna fyrsta FM síðani 2017. Teir eru Jákup Johansen og Ari Olsen, sum Eyðun Klakstein hevur verið venjari hjá á Skála tvey tey seinastu árini, og so Lukasz Cieslewicz, sum Eyðun Klakstein var venjari hjá í B36 í 2015 og 2016.

32 ára gamli Lukasz Cieslewicz hevur verið í Føroyum síðani 2011, tá ið hann var við til at vinna FM við B36. Hann hevur bara umboðað árstalsfelagið, sum hann hevur verið við til at vinna FM við í 2011, 2014 og 2015. Í 2018 vunnu B36 og Lukasz Cieslewicz kappingina um løgmanssteypið.

Í farna kappingarári var Lukasz Cieslewicz 25 ferðir á B36 liðnum í landskappingini, men leikluturin var minni, enn hann áður hevur verið. Ellivu ferðir varð hann skiftur út, og sjey ferðir varð hann skiftur inn. Eitt nú í síðsta umfari ímóti KÍ, sum vann 3-0 í Gundadali og tryggjaði sær FM, varð Lukasz Cieslewicz ikki millum teir fyrstu ellivu.

Sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 205 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 74 mál, og í europeisku kappingunum hevur hann spælt 18 dystir og skorað fýra mál.