Nú er arbeiðið liðugt at projektera tað nýggja sandoyarskipið Trónd, liðugt.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni sigur, at Strandferðslan fær projekteringina í komandi viku.
? So verður farið undir at fyrireika tilfarið til sjálva útbjóðingina.
Hann roknar við, at arbeiðið at byggja nýggja Trónd, sostatt verður bjóðað út seinnu helvt í februar mánaða, tvs, um ein mánaða.
? So er at fáa tilboðini innaftur, samráðast við skipasmiðjur og taka støðu til byggingina.
Sjálvur roknar Magnus Magnussen við, at kjølurin til tann nýggja Trónd kann verða strektur einaferð í summar.
Mett verður, at byggingin fer at taka sløk tvey ár.
Sostatt skuldi tann nýggi Tróndur verið liðugur einaferð á vári 2001.
Másin fyrireikaður
Samstundis, sum málið um Tróndi gongur sína gongd- og arbeiðið at fyrireika nýtt suðuroyarskip er byrjað, sum greitt er frá omanfyri- er eisini eitt triðja strandfaraskip undir fyrireiking.
Tí arbeiðið at fyrireika ein nýggjan Mása er eisini byrjað. Hósdagin skrivaði leiðslan á Strandferðsluni arbeiðssetningin til arbeiðsbólkin, sum skal útgreina krøvini til tann nýggja Másan, sum siglur ímillum Hvannasund, Svínoy og til Kirkju og Hattarvík í Fugloynni. Nú Másin verður fyrireikaður verður farið fram eftir sama leisti, sum er brúktur, tá ið Tróndur varð fyrireikaður, so sum verður brúktur í sambandi við nýggja Smyril, sum greitt er frá í greinini omanfyri.