Nú er Leicester fremst

Premier League: Manchester City og Liverpool spældi javnt, meðan Arsenal fekk bank

Áttanda umfar í Premier League er komið at enda og nú liggur Leicester City á odda. Meistarnir frá 2016 vunnu í dag 1-0 á Wolverhampton upp á brotsspark, sum Jamie Vardy umsetti til mál. Arsenal tapti heldur óvæntað 3-0 á heimavølli móti Aston Villa.

Stóri dysturin var á Etihad leikvøllinum, har meistararnir seianstu tvey árini møttust. Liverpool kom á odda upp á brotsspark, sum Mohamed Salah skoraði upp á eftir eitt lítið korter. Tá ein hálvur tími var spældur javnaði Gabriel Jesus.

Løtu seinni fekk Manchester City brotsspark, men Kevin De Bruyne skjeyt við síðuna av. Síðani høvdu liðini nakrar góðar málmøguleikar, men sum tíðin gekk tóktust liðini semjast um javnleikin.

Eftir dystin vóru venjararnar, Pep Guardiola og Jurgen Klopp í øðini um dystarskránna, sum er avbera tøtt í løtuni. Millum annað bleiv Trent Alexander Arnold hjá Liverpool skaddur í dag. Í gjár helt Ole Gunnar Solskjær eisini fyri, at skráin er til ampa fyri fótbóltsspælið.

1Leicester860218:918
2Tottenham852119:917
3Liverpool852118:1617
4Southampton851216:1216
5Chelsea843120:1015
6Aston Villa750218:915
7Everton841316:1413
8Crystal Palace841312:1213
9Wolves84138:913
10Man City733110:912
11Arsenal84049:1012
12West Ham832314:1011
13Newcastle832310:1311
14Man Utd731312:1410
15Leeds831414:1710
16Brighton813411:146
17Fulham81167:154
18WBA80356:173
19Burnley70253:122
20Sheffield Utd80174:141