Ársins dystur. Fótbóltsárið er so mikið ungt, at tað er alt ov tíðliga at seta hetta spjaldrið á uppgerðina millum KÍ og HB í Klaksvík í morgin. Men áhugin er stórur, og ein av spurningunum er, hvussu nógvu fólkini fara at rúmast kring vøllin, har umstøðurnar hjá áskoðarunum ikki eru meiri enn passaligar.
KÍ og HB eru mest vinnandi liðini í FM kappingini, og tey eru einastu feløgini, sum hava verið við øll árini, tað hevur verið kappast um FM. Uppgerðirnar millum hesi bæði liðini hava verið klassikararnir yvir allar aðrar í føroyskum fótbólti ? ikki minst í seksti og fyrst í sjeyti árunum. Men tað kann væl vera, at vit skulu 27 ár aftur í tíðina fyri at finna eina uppgerð av tí slagnum, sum verður í morgin. Í 1972 vann KÍ FM, og tá endaðu báðir dystirnir við 1-1. Næstu nógvu árini gekk ikki væl hjá KÍ, sjálvt um teir onkra hendinga ferðina fingu stig og vunnu á arvafíggindanum. HB var ofta ovast, og onkuntíð fingu teir kapping frá TB, áðrenn eysturoyarliðini blandaðu seg uppí.
Í níti árunum eru klaksvíkingar komnir fyri seg aftur, og nú eru teir báðir javnaldrarnir í føroyskum fótbólti aftur á tindinum, og so verður spennandi at síggja, hvussu innanhýsis stríðið fer at spæla av. Í fjør var munurin lítil, men HB vann FM og steypakapping frammanfyri KÍ og vísti harvið, at teir vóru meiri støðugir. Klaksvíkingar tykjast vera væl fyri í løtuni, og tað man vera langt síðani, at tað er lagt upp til, at HB skal fáa sovorðið mótspæl, sum teir kanska fara at fáa í morgin.
Onkrir ivasamir
Liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe, fekk sunnudagin fleiri stingir omanfyri eyga. Hann hevur verið á vøllinum í vikuni, men í gjár var ikki heilt avgjørt, um hann verður við í morgin. Stingirnir skuldu takast úr undan vikuskiftinum.
Bárður Mortansson fekk móti ÍF møguleikan frá fyrsta bríksli, men mitt í vikuni vandi hann ikki, tí hann hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum. Andrew av Fløtum fekk ein lítlan vøddaskaða mikukvøldið, men hann verður helst við í morgin. Magni á Lakjuni og Jákup Eli Olsen hava runnið nógv í vikuni, og í komandi viku skulu teir venja við bólti.
Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir. Spurningurin er, um John Hansen verður millum teir fyrstu ellivu, men nógv bendir á, at hann byrjar á beinkinum. Símun Waag Høgnesen venur við fullari ferð og verður eisini á beinkinum.
Í fjør tók HB eitt stórt fet móti FM heitinum, tá teir megnaðu 2-2 í Klaksvík, eftir at KÍ leingi hevði verið á odda.
Njósnast
Venjarin hjá KÍ, Tony Paris, hevur verið í Gundadali og hugt at, meðan HB hevur spælt. Sunnudagin spældu bæði KÍ og HB í steypakappingini á heimavølli. KÍ hevði vitjan av GÍ, og fyrsta tíman sá Ion Geolgau, áðrenn hann skundaði sær til Havnar, hagar hann kom, tá dysturin móti ÍF var tjúgu minuttir gamal.
Um allir spælararnir verða tøkir í morgin, so kann ikki roknast við, at venjararnir og spælararnir verða ovfarnir av hvørjum øðrum. Kanska verður talan um onkra taktiska justering, men hvagar stigini skulu fara fer ikki minst at vera treytað av, hvussu styrki, treysti og skjótleiki fara at vísa seg.