Nú er landsdysturin framskundaður

Minni enn eitt samdøgur fyri at landsdysturin millum Føroyar og Thailand skuldi verða, hevur thailendska fótbóltssambandið framskunda dystin við einum tíma.

 

Tað hevur verið torført at fáa greiðu á, hvørjum thailendskum landsliðið føroyska A-landsliðið skal móti. Nú er so greitt, sambært FIFA.com, at venjingardysturin verður FIFA skrásettur.

 

Í dag, minni enn eitt samdøgur til at dysturin byrjar, koma nú boð frá thailendska fótboltssambandinum, at dysturin er framskundaður við einum tíma. Sostatt verður dysturin klokkan 11 fyrrapartin í morgin føroyska tíð. Tað er klokkan 18 lokala tíð.

 

Heimasíðan hjá føroyska fótbóltssambandinum skrivar, at einasta ivamálið í føroyska hópinum er Odmar Færø.