Nú er Lampard venjari

Frank Lampard er í dag settur í starv sum venjari hjá einum felagi í The Championship.

Fyrrverandi Chelsea-leikarin, Frank Lampard, fer nú kasta seg út í venjaralívið. Tað gjørdist greitt fyrr í dag, tá ið hann varð settur í starv sum venjari hjá Derby í næstbestu ensku deildini, Championship.


Hann hevur áður verið í samráðingum um at gerast venjari hjá Ipswich, men í dag fall valið altso á Derby, sum síðsta kappingarár endaði nummar seks í Championship.


Lampard sigur við Sky Sports, at hann leitaði sær ráð hjá eitt nú mammubeiggja sínum, Harry Redknapp, áðrenn hann valdi at taka við sum Derby-venjari.


- Eg havi havt heiðurin at spælt undir nógvum góðum venjarum, men eg eri ikki ein kloni av nøkrum av teimum, sigur Lampard við Sky Sports.


- Hetta er ein fantastiskur møguleiki, og tí eri eg nú her, segði hann eisini.


39 ára gamli Frank Lampard hevur spælt 106 landsdystir fyri Ongland, og hann gavst sum fótbóltsspælari í 2016, tá ið hann spældi við amerikanska felagnum New York City FC.