Nú er lagið betri á Landssjúkrahúsinum

? Leiðslan hevur gjørt av av lurta eftir okkum, so nú eru vit samd um at líta frameftir, sigur Jákup Petersen, yvirlækni

Landssjúkrahúsið

? Nú er lagið betri á Landssjúkrahúsinum.
Ein fundur ímillum yvirlæknar á skurðdeildini og stjóran fyri Landssjúkrahúsið seinnapartin hósdagin hevur loyst nakrar knútar í ósemjuni ímillum yvirlæknar á skurðdeildini og leiðsluna á Landsjúkrahúsinum.
?Vit kunnu staðfesta, at leiðslan fyri Landssjúkrahúsið hevur lurtað eftir okkum, so nú eru vit sinnaðir at líta frameftir og at taka eitt uppbyggjandi samskiftið við leiðsluna upp um framtíðina, sigur Jákup Petersen.
Hann leggur afturat, at enn eru ikki øll mál loyst. Men at leiðslan og yvirlæknarnir eru samd um at seta eina felags kós.

Einstreingjað leiðsla á Landssjúkrahúsið
Tað, sum hann sipar til, er, at teir nú hava fingið lyftið um at leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum verður endurskoðaður.
Og teir meta, at tað, sum liggur í kortinum í hesum sambandi, sær so mikið væl út, at teir eru positivir.
Ikki minst hefta teir seg við, at landsstýrismaðurin alment hevur nevnt møguleikan at fara fara frá tí trístreingjaðu leiðslubygnaðinum, sum nú er á Landssjúkrahúsinum og at seta ein einstreingjaðan leiðslubygnað í verk, har tað er eitt einsamalt fólk, sum hevur ovastu leiðsluna og ikki trý fólk.
?Læknarnir hava alla tíðina verið ímóti eini trístreingjaðari leiðsluni, tí vit vistu, at tað fór ikki at rigga. Og tað hevur heldur ikki riggað, tí tað hevur ført við sær, at Landssjúkrahúsið er ikki so effektivt, sum tað eigur at vera.Við trimum stjórum verður tað ov nógv maktstríð ímillum ymsar fakbólkar, har fakfelagspolitisk og faklig egináhugamál verða ov nógv dyrkað.
Læknarnir hava alla tíðina ført fram, at einasti máti at leiða sjúkrahúsið, er við at fylgja tilmælinum frá danska DIOS kanningarstovninum, sum í 1996, kannaði viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum og mælti til eina einstreingjaða leiðslu.
Men varð ikki góðtikið og tískil endaði tað við eini neyðsemju, har ein trístreingjað leiðsla varð sett á Landssjúkrahúsið.
Jákup Petersen sigur, at læknarnir vilja hava, at ein einstreingjaður leiðslubygnaður verður settur í verk, har eitt einsamalt fólk hevur evstu ábyrgdina. Og eftir tí, sum er komið fram, eru útlit fyri at júst tað fer at henda.
Tí fara læknarnir nú upp í eitt uppbyggjandi samskiftið við leiðsluna, sum teir taka til.
?Tað er neyðugt at hava eina einstreingjaða leiðslu, fyri at sleppa undan, at hvørja ferð ein avgerð skal takast, so skulu ymiskir fakbólkar gera seg galdandi.
? Vit skulu hava eina eintýðuga leiðslu og ikki ein einsíðuga leiðslu, tí endamálið verður at sleppa undan at seráhugamál hjá ymsum fakbólkum gera seg ov nógv galdandi, sigur hann.
Læknarnir á skurðdeildini siga, at longu í 1999 metti Serlæknafelagið at tann trístreingjaða leiðslan fór at halda í mesta lagi tvey ár.
? Hon hevur nú hildið í tvey og eitt hálvt ár og stendur nú á gravarbakkanum,siga yvirlæknarnir á skurðdeildini í seinastu klaguni um leiðsluna
Teir siga eisini, at skriðan er við at leypa.
? Hendir onki verða yvirlæknarnir á skurðdeplinum noyddir til at gerðast mótspælarar. Men tað vilja vit ikki. Vit vilja verða viðspælarar og vit vilja saman við einari eintýðugari leiðslu leggja lunnar undir eitt vælvirkandi Landssjúkrahús, siga teir.