TB ferðalagið er í høvuðsstaðnum. Dagsskráin er uppgerðin í landskappingini á Argjum seinnapartin, og tað stendur ógvuliga nógv upp á spæl – bæði hjá TB og AB.
Higartil í ár hevur AB ongantíð vunnið. Fimm ferðir er tað endað javnt, og fimm ferðir hevur AB tapt við einum máli, eitt nú í triðja umfari, tá ið tað á útivølli ímóti TB endaði við 1-0 TB sigri.
Í dag fáa argjamenn vitjan av TB, og tað er einki at liggja omaná, at teir á Argjum í dag rokna við góðum møguleika fyri, at tað skal eydnast at vinna ársins fyrsta sigur. Merkisvert er tað, at TB higartil í ár hevur skorað seks mál, og at AB higartil í ár hevur skorað átta mál í tíggju dystum.
TB fer at leggja stóran dent á at verja javnleikin, men tað liggur ikki til liðið ikki at leypa á. TB hevur eisini tapt fimm ferðir. At TB er fýra stig frammanfyri niðurflytingarstrikuna og AB kemst av, at TB hevur vunnið tveir dystir. Hósdagin endaði tað við málleysum javnleiki á heimavølli ímóti HB. Tað varð roknað at vera gott úrslit.
TB er elsta fótbóltsfelagið í landinum. Leygardagin vóru tað 124 ár, síðani TB varð stovnað, og sigur í dag hevði verið ógvuliga kærkomin føðingardagsgáva, sum – í fyrstu atløgu í hvussu so er – hevði avmonterað hóttanina av niðurflyting.
Ndende Adama Guéye er tøkur aftur eftir leikbann. Rógvi Joensen hevur, eftir at hava verið burturstaddur, verið skaðaplágaður. Tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla ídag. Rógvi skoraði sigursmálið, tá ið AB 20. mars vitjaði við Stórá.
Hjá AB er Árni G. Nielsen tøkur aftur, eftir at hann sat uttanfyri í 3-2 tapinum ímóti B36. Gunnar Haraldsen og Andri Freyr Björnsson eru framvegis skaddir. Tað er ivasamt, um Karstin Høgjaard, sum hevur verið plágaður av fótskaða, verður førur fyri at spæla. Gert Drangastein er langtíðarskaddur.










