Nú er løgreglan stúrin

- Vit eru stúrin, tí vit enn eingi prógv hava fingið um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi, sigur norski kanningarleiðarin.

Í dag váttaði kanningarleiðarin hjá norsku løgregluni, Tommy Brøske, at eingi prógv enn eru fingin um, at norska ríkmanskonan, 68 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, er á lívi.

 

Stúranin kemur ikki minst í kjalarvørrinum av, at tey, sum hugsandi hava rænt Anne-Elisabeth Hagen, hava skotið upp ein máta, soleiðis at lívstekin kann koma frá hini 68 ára gomlu.

 

Tað er Tommy Brøske, sum er ovasti leiðari fyri kanningararbeiðnum at finna burturblivnu ríkmanskonuna, sum bleiv burtur av bústaðnum hjá henni og manninum hin 31. oktober í fjør – uttan, at nakað sum helst lívstekin hevur verið til hennara alla hesa tíð.

 

Fyri nøkrum døgum síðan almannakunngjørdi løgreglan, at bæði løgregla og advokatur, Svein Holden, høvdu fingið nýggj boð frá teimum, sum hugsandi hava rænt Anne-Elisabeth Hagen.

 

Á tíðindafundi sama kvøld greiddi advokaturin frá, at Hagen-familjan hevði fingið boð frá ”mótpartinum” um, at tey nú høvdu uppskot um, hvussu Anne-Elisabeth Hagen kundi geva lívstekin frá sær.

 

- Vit dylja ikki fyri, at vit eru stúrin, segði Tommy Brøske, í norskum miðlum í morgun. Kanningarleiðarin legði aftrat, at stúranin botnar í, at Hagen-familjan fleiri ferðir hevur biðið um prógv fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi.

 

Men, enn hevur eingin fingið hesa vissu. Hinvegin er norska løgreglan fyrireikað upp á, at slíkt kann taka tíð. Tí heldur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, at her eru framvegis møguleikar.

 

- Vit vóna, at vit fáa ítøkiligari samband við tey, sum hugsandi hava rænt Anne-Elisabeth Hagen, men um hetta fer at eydnast, vita vit ikki, legði kanningarleiðarin aftrat í morgun.

<iframe id="utif_adPlacement_6_258df186-f3fc-41ae-99ea-79144d221e71" name="utif_adPlacement_6_258df186-f3fc-41ae-99ea-79144d221e71" height="400px" width="580px" tabindex="-1" marginwidth="0" marginheight="0" scrolling="no" frameborder="0"></iframe>