Nú er løgreglan farin runt við skrúvublaðnum

Tað eru nógvir bilar, sum standa til at missa nummarpláturnar í hesum døgum

Fyri tveimum vikum síðani gav Akstovan løgregluni ein lista yvir 581 bilum á, sum skuldu missa nummarpláturnar, tí at vegskatturin fyri seinna hálvár í ár, ikki var goldin.

Og nú er løgreglan farin til verka, og tað eru uttan iva nøkur, sum hevur verið ov sein til arbeiðis í morgun, tí tey eru ikki sloppin í bilin. Í nátt hevur løgreglan nevniliga bæði verið á ferð í Klaksvík og í Havn við skrúvublaðnum, og hevur skrúvað pláturnar av bilum, har bileigarin er í eftirstøðu.

Løgreglan sigur, at í Havn mistu 10 bilar nummarpláturnar, og í Klaksvík vórðu pláturnar skrúvaðar av fimm bilum.