Nú er Kyndil á skránni

HONDBÓLTUR - Neistin manglar bara at spæla móti Kyndil í hesum kappingarárinum. Eingin hevur staðið verandi greipuvinnarunum kurl. Nú er spurningurin, um grannarnir kunnu steðga teimum

Fyrsta slagið um Havnina í hes­um kappingarárinum verður sunnu­dagin.
Neistin og Kyndil spæla í høll­ini á Hálsi. Tá hava flestu liðini somu­leiðis lagt fyrsta fjórðingin av hond­bóltsárinum aftur um seg.
Neistin er farin buldrandi av­stað. Við fimm sigrum eru fremstir, trý stig niður til nærmasta kapp­ingarneytan. Eingin hevur stolið stig frá Neistanum enn. Nú sleppur Kyndil at royna seg.

KÍF skal reisast
KÍF legði væl frá landi. Seinastu tveir dystirnir hava hinvegin bara givið eitt stig.
Sunnudagin spæla kollfirðingar og StÍF í høllini í Kollafirði. Upp­gávan hjá Jan Ottesen, venjara, og hin­um er nú at koma aftur á beint aftaná flúgvandi byrjanina. Eydn­ast tað ikki, og Neistin vinnur, so fánar spenningurin burtur um ov­asta plássið fyribils.
H71 hevur vunnið seinastu tveir landskappingardystirnar, og hoy­víkingar eru greiðir favorittar, tá Team Klaksvík vitjar í Hoyvík.