Nú er komið undir land á Toftum

Tað líður somikið væl við at spreingja í undirsjóvartunlinum, at nú eru teir komnir undir land á eystara arminum av Skálafjørðinum eisini. Harumframt hava teir nú eisini sprongt seg suður um Raktanga.

 

Í seinastu viku sprongdu teir 145 metrar tilsamans. Nú eru 6.921 metrar av teimum 11.250 metrunum sprongdir. Tað eru altso góðir fýra kilometrar eftir at spreingja til hol er ígjøgnum í allar ættir.

 

Frá rundkoyringini til Rókina sprongdu teir 27 metrar. Her eru nú í alt sprongdir 875 metrar. Har eru teir sum sagt komnir undir land. Nú verður snarað norðureftir og sprongt norður móti munnanum við Rókina.

 

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu 44 metrar sprongdir í síðstu viku. Har eru íalt sprongdir 1.055 metrar. Her eru teir nú komnir suður um Raktanga.

 

Av Hvítanesi og norðureftir sprongdu teir 74 metrar í síðstu viku. Har eru í alt sprongdir 3.366 metrar frá Streymoyarlandinum og er tunnilin nú beint eystan fyri Kaldbaksnes.