Nú er kollfirðingar við

Tað var nær við farna vikuskiftið, og hesaferð eydnaðist tað. Á borgini í Vestmanna fingu kollfirðingar óvæntað síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum

HONDBÓLTUR

Tá Andrias Nielsen í seinasta minuttum brádliga ikki var nóg væl ansaður og kundi økja um leiðsluna, kendi tú lættan á kollfirðingunum. Fyrstu stigini í hesum kappingarárinum vóru veruleiki.
Hóast úrslitið kom óvæntað á, hevur tað ligið í luftini seinastu vikuna, at stigini komu skjótt. Fyri viku síðan tapti KÍF við bara tveimum málum á útivølli móti Kyndli, og í gjár eydnaðist at vinna við tveimum málum á útivølli móti VÍF.
Úrslitið hevur alstóran týdning fyri venjaran Jan Ottosen. Hann tók við venjarastarvinum í summar, og hevur nú vunnið felagnum fyrstu stigini undir hansara leiðslu.
KÍF hevur seinastu trý árini myndað botnin í bestu mansdeildini. Kári Mortensen var venjari, tá bulurin á liðnum skuldi skiftast út. Tað hevur framvegis ikki eydnast við góðum úrslitum á vøllinum. Nú roynir Jan Ottosen, og tílíkir óvæntaðir sigrar, sum tann í Vestmanna í gjár, hava stóran týdning, um tað framvegis skal verða hugaligt hjá yngru leikarunum at venja og menna seg.
KÍF hevði uppiborið sigurin í gjár. Teir vóru omaná við tveimum málum so at siga allatíðina, og vestmenningar runnu bara aftaná. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vann VÍF sær leiðsluna, men stríðhugaðu kollfirðingarnir bardu seg aftur í dystin, sum við 14 útvísingum var heldur hart leiktur.