Nú er klárt til endabrestin

Átta bólkar eru komnir víðari frá teimum fýra innleiðandi umførunum í Prix Føroyum, og nú standa spennandi endaumfør fyri framman. Hálvfinalan er meira popput og melodiøs

Fleiri enn 30 bókar teknaðu seg upprunaliga til kappingina. 24 bólkar hava verið á pallinum til fýra innleiðandi umfør. Og nú eru átta bólkar eftir í kappingini, har ein hálvfinala og ein finala skulu gera av, hvør fer at vinna ? og næstan vinna í ár.
Prix Føroyar tónleikakappingin klárar aftur í ár at seta sín týðuliga dám á føroyskt mentanarlív, og framvegis eru tær báðar størstu kappingarnar eftir.
Prix Føroyar hevur síðani 1995 verið ein afturvendandi hornasteinur í føroyskum tónleikalívi. Kappingin hevur fingið nýggjar og royndar bólkar at taka seg saman ? skriva nýggjar sangir, venja og spæla ? og hóast alt verður gjørt í einum kappingaranda, hevur kappingin víst seg at verða gevandi fyri føroyskan tónleik.
Fleiri hundrað nýggir sangir eru skrivaðir til kappingina hesi árini, nógvir bólkar hava sæð dagsins ljós orsaka av kappingini, og summir bólkar eru komnir aftur til heiður og æru, tí teir fóru við í kappingina.

Úr einari grøv og næstan í hina
Prix Føroyar 2005 hevur verið eitt spennandi og gott upplivilsi. Kappingin var farin at líkjast alt meira einari talentkapping fyri tveimum árum síðani, men nú er tað líka við, at kappingin er dottin í hina grøvina, og royndir tónleikarar á strípu hava spælt seg víðari.
Tá ið tónleikarar sum Rógvi á Rógvu, Arnold Ludvig, Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, Johannus á Rógvu Joensen og aðrir hava drigið ljóðførini fram og víst framúr gott handverk, hevur tað verið trupult hjá spennandi og lovandi bólkum sum Side Effect, SIC, Braquet, Paradox og øðrum at spæla seg víðari, hóast teir hava havt nógv gott at bjóða.
Tá ið tað verður dømt út frá teimum krøvum, sum eru galdandi, er tað trupult at senda aðrar bólkar víðari enn teir, ið eru mannaðir við sera væl spælandi tónleikarar, hava góðar sangir? um ikki endiliga so nýskapandi og avbjóðandi ? at bjóða, og framføra sannførandi.
Men hóast nógvir royndir tónleikarar eru við í finaluni, eru tað eisini meira fesk nøvn. Lama Sea var eitt óvæntað og spennandi navn, sum kom víðari, og hvørki Makrel ella Lawetz kunnu kallast gamlir bólkar, hóast teir hava verið í finaluni áður.

Endrabresturin eftir
Nú er átta bólkar eftir í kappingini, teir eru ymiskir og góðir, og tað verður millum hesar bólkar, at vinnarin skal finnast. Helst er rættast at kalla tað vinnarar, tí fyri nógvar bólkar er tað ein stórur vinningur at sleppa uttanlands at spæla, hóast teir ikki endiliga vinna Prix Føroyar.
Tað hevur verið nógv at kjakast um, og tað er framvegis nógv eftir at kjakast um viðvíkjandi Prixnum.
Á heimasíðuni Pop.fo er lívligt kjak um hvørt umfar, um bólkarnar, sum komu víðari og ikki komu víðari, um dómararnar, sum eru skuggagestir til Prixið, og um hvørt tað er neyðugt at bjóða útlendskum gestum til Prix Føroyar finaluna.
Heldur tú at tað er leingi til næsta Prix-umfar, ber til at blanda seg upp í kjakið á Pop.fo.

- - -

Prix Føroyar 2005

Eftir tey fýra innleiðandi umførini í Mentanarhúsinumí Fuglafirði eru átta bólkar komnir víðari í kappingini. Teir eru:

? GoGo Blues
? Lama Sea
? All That Rain
? Makrel
? Eyðun Nolsøe
? Lawetz
? Terji Rasmussen Band
? Kristleif Zachariasen

Hálvfinalan verður í ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið 2. apríl. Tríggir bólkar sleppa tá víðari til finaluna, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23. apríl.