Nú er klárt til bólkaumfarið

FS Vágar og Sumba skulu spæla saman við teimum tíggju feløgunum í bestu deildini

LØGMANSSTEYPIÐ

Í gjár var aftur eitt kavafølv. Tað eru venjarar og fótbóltsspælarar kring landið ivaleyst eins harmir um, sum eitt nú bóndur og bilførarar. Kavin hevur verið fótbóltsvenjingunum og venjingardystunum til stóran ampa. Sunnudagin eydnaðist tað at fáa teir báðar síðstu dystirnar frá hondini, sum skuldu spælast, fyri at tað kundi farast undir bólkaumfarið.
Í bólkaumfarinum eru fyrstu dystirnir á skránni komandi sunnudag. Seks dystir á skránni hvønn dystardagin. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað kann skjótt koma stórur brøkur í, um kavin fer at arga. Upprunaliga var ætlanin at 2. páskadagur skuldi vera frídagur. Tá tað var neyðugt at flyta kappingina ein leikdag, varð 2. páskadagur tikin afturat. Páskaaftan er framvegis leysur.

Skráin
Sumba og FS Vágar spældu seg leygardagin í bólkaumfarið. Tað fer at verða spælt í trimum bólkum, sum eru mannaðir soleiðis:
Bólkur 1: Sumba, B36, VB og NSÍ.
Bólkur 2: FS Vágar, GÍ, TB og EB/Streymur
Bólkur 3: HB, B68, KÍ og Skála.
Í bólki trý verður bara spælt norðanfjørðs. Í bólki eitt verður talan um lokaluppgerðir millum VB og Sumba, og B36 og NSÍ skulu tvær ferðir um Suðuroyarfjørð.
Átta av teimum tólv liðunum koma í fjórðingsfinaluna. Síðsta umfarið í bólkaspælinum verður sambært skránni leygardagin 20. apríl. Fjórðingsfinalurnar verða spældar dýrabiðjhudag, sum er fríggjadagin 26. apríl. Fyrru hálvfinalurnar eru settar at vera spældar sunnudagin 28. apríl, og tað verður ikki fyrrenn eftir løgtingsvalið týsdagin 30. apríl, at tað fer at vera greitt, hvørji lið skulu í finaluna. Seinnu hálvfinalurnar eru settar at verða spældar sunnudagin 12. mai.
Komandi sunnudag verður spælt soleiðis: Sumba?B36, VB?NSÍ, FS Vágar?GÍ, TB?EB/Streymur, HB?B68 og KÍ?Skála.

Ivaleysur sigur og sera tætt
Vágamenn spæla í ár á Valloyruni í Sandavági. AB kom vestur hagar at verja javnleikin og so dúva uppá eitt mál upp á kontra, tá heimaliðið fór at leggja ov nógv fyri í álopsroyndunum. Hetta órógvaði heimaliðið, sum hevði bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, men sum hevði stórar trupulleikar at spæla seg ígjøgnum trunkan av AB monnum í egnum brotsteigi. Tá tað restaðu átta minuttir av 1. hálvleiki glapp, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Úr Vágum frætta vit, at AB hevði eitt skot uppá mál, og tað hevði málverjin ongar trupulleikar at taka sær av.
Í Sumba var tað væl tættari, tá B71 vitjaði. Í 1. hálvleiki var heimaliðið kanska eitt sindur grammari, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Í 2. hálvleiki var sera javnt, og tá komu øll trý málini. Nebosja legði heimaliðið framum, tá seinna umfarið var trettan minuttir gamalt minuttir. Bergur Winther rakk akkurát bóltinum, sum tóktist vera á veg út av baklinjuni. Hann lyfti høgt afturum seg, og ein hálvan metur frá málstrikuni stýrdi Nebosja í málið.
Støðan helt sær inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá javnaði Eli Hentze við brotssparki. So var aftur heilt spennandi, men bara í eina lítla løtu. Sumbingar fingu brotsspark, og Eirikur Joensen skoraði sigursmálið. Í báðum førunum, tá hann bríkslaði fyri brotssparki, metti Jens Petur Brattalíð, at verjan í brotsteiginum hevði felt álopsspælara.

Løgmanssteypið
2. umfar
Sumba?B71 2?1 (0?0)
1?0: Nebosja Velkjovic 58.
1?1: Eli Hentze br 80.
2?1: Eirikur Joensen br 82.

FS Vágar?AB 3?0 (1?0)
1?0: Hannus Olsen 37.
2?0: Kim Poulsen 65.
3?0: Birgir Joensen 74.