Tórshavnar býráð samtykti í gjárgkvøldið endaliga at fara undir at útbyggja Tórshavnar havn.
Talan er um eina stóra útbyggingarætlan upp á 465 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna skrivar í gerðabókini, at seinasta havnarútbygging í Havn var liðug í 1997, tá uttasti partur av molanum varð breiðkaður.
– Síðani útbyggingina í Tórshavn í 1997, er havnarlagið í Kollafirði munandi útbygt. Útbyggingarnar í Kollafirði og á Oyrareingjum hava skapt nógv virksemi. Tørvurin á størri útbyggingum er ikki akuttur í løtuni, men hann kann vísa seg seinni, skrivar kommunan.
Undantikið tað, sum verður uppskipað á Oyrareingjum, kemur allur innflutningur til Føroyar, sum kemur við bingjum og trailarum, um bryggjuna í Tórshavn. At bingjuhavnin liggur í Tórshavn ger, at flutningurin til nógv tann størsta partin av forbrúkarunum er stuttur.
Verðandi umstøður á Eystaru bryggju eru langt frá optimalar, tí:
- Dýpið fram við Eystara mola og innsiglingin er ov lítið. Hetta viðførir at tá verðandi bingjuskip liggja við bryggju, er neyðugt at leggja fendarar millum skipið og bryggjuna. Hetta er ikki nøktandi, og ger tað ómøguligt at fáa størri bingjuskip til bryggju, enn tey verðandi.
Alt fleiri ferðamannaskip, sum sigla á okkara leiðum, kunnu ikki koma til bryggju, tí dýpið er ov lítið.
- Kajplássið, serliga um summarið, er sera avmarkað. Hetta merkir at vit ikki kunnu avgreiða ferðamannaskipini og bingjuskipini samstundis, og tað er ómøgulig at vaksa um møguligt annað virksemi.
- Økið til bingjur og trailarar er ov lítið. At økið til bingjur og trailarar er ov lítið, viðførir at arbeiðsgongdin ikki er nøktandi og tað blíva alt ov nógvar flytingar.
- Økið til pakkhús o.a. er ov lítið. Fyri ikki at minka um verðandi bingjuøki, ber ikki til at byggja goymslubygningar o.a. sum tørvur er á til havnavirksemið.
- Økið til avgreiðslu av ferðafólki og bilum er ov lítið. Tað er ov lítið pláss at avgreiða ferðafólk og bilar, serliga um summarið. Ein víðkan av havnaøkinum, hevði gjørt tað møguligt at umskipa økið rundan um farstøðina, soleiðis at betri pláss var til tey ferðandi.
Tórshavnar kommuna skrivar, at einasti møguleiki at betra munandi um umstøðurnar á Eystaru bryggu í Tórshavn, er at leingja molan á Skansabryggjuni, og at víðka verðandi øki suðureftir og eystureftir.
Býráðið samtykti í gjárkvøldið at taka av tilboð frá J & K Petersen um at gera havnarútbyggingina fyri 465 milliónir krónur.
Samtykt varð eisini at gera lániavtalu um 250 mió við fastari rentu, og 50 mió við variablari rentu. Lánini verða avdrigin yvir 20 ár.
Endaliga atkvøddu átta av teimum nýggju býráðslimunum, sum vóru á fundi, fyri uppskotinum, meðan Marin Katrina Frýdal einsamøll atkvøddi ímóti.
TRÝST HER fyri at síggja gerðabókina frá fundinum í gjár.