Í dag var stórfingin móttøka á Sambýlinum í Blikagøtu í Runavík, sum nú er klárt at flyta inn í. Í sambýlinum eru 12 íbúðir til fólk við menningartarni og rørslutarni, og haraftrat eru felagsøkir.
Við móttøkuna í dag helt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, eina røðu, sum lesast kann á heimasíðuni www.amr.fo
Aðrir røðarar til hátíðarhaldið í Runavík í dag vóru Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Við móttøkuna í dag sang Elin Løkin eisini nakrar sangir. Nógv fólk vóru á Sambýlinum í Blikagøtu í dag, og myndir frá móttøkuni kunnu síggjast á www.amr.fo









