Nú er klárt at fara undir arbeiðið at byggja heim til børn og ung við autismu og tað verður í Kvíggjartúni á Argjum.
Tað samtyktiLøgtingið einmælt hósdagin og hetta er fyrstu ferð, at eitt heim verður bygt til børn og ung við autismu, staðfestir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.
Upprunaliga varð arbeiðið boðið út í desember 2019, men tá ið tilboðini komu inn, vísti tað seg, at tað var nógv dýrari enn ætlað og av tí sama varð einki gjørt tá. Síðani eru er ætlanin broytt og ymiskt er spart burtur, men landsstýriskvinnan sigur, at tað er gjørt, uttan at tað hevur fingið avleiðingar fyri virksemið í heiminum.
Arbeiðið varð boðið út av nýggjum í desember og tá ið tilboðini vórðu latin upp, vóru tilboðini lægri enn kostnaðarmetingin.
Nú Løgtingið hevur samtykt málið, er klárt at gera endaligu avtalurnar við arbeiðstakararnar, og farast kann undir byggingina í næstum.
Heimið fer, eins og upprunaliga ætlað, at hava seks búpláss, seks umlætingarpláss og eitt virknistilboð til 16 børn og ung. Tilsamans kostar tað 39 milliónir at byggja heimið.