Nú er klárt at byggja

Nú er greitt, hvør tað er, sum skal byggja stóru smoltstøðina hjá Bakkafrost á Norðtoftum

Tað verða í høvuðsheitum føroyskir veitarar, ið skulu standa fyri arbeiðnum at byggja smoltstøðina hjá Bakkafrost á Norðtoftum, út. Tað er greitt, nú sáttmálin varð undirskrivaður í dag.

Útbyggingin verður væntandi liðug um tvey ár, og tá fer framleiðsluorkan at vera fimm milliónir smolt upp á 500 gramm, um árið.

Endamálið hjá Bakkafrost er at ala alsamt fleiri, og størri, smolt, og tí verða stórar íløgur lagdar í smoltstøðir. Í hesum sambandi skal smoltstøðin á Norðtoftum nú byggjast út við heilum 12.000 kubikk, so at hon nú verður 18.000 kubikk.

 

##med2##

Byggiøkið er útgrivið og planerað og tað arbeiðið gjørdi Articon. Eisini er atløgubryggja gjørd, har dýpið er átta metrar. Og í dag, varð sáttmáli so gjørdur um at byggja sjálva smoltstøðini út, men avgerð er tikin um, at upphæddin verður ikki almannakunngjørd.
Tað verður byggisamtakið, Nordic Aquaculture Contractors, NAC, ið kemur at standa fyri útbyggingini. Tað eru fyritøkurnar Kanjon, KJ, RV Tøkni, TTS og Kaas Industribyg, ið hava skipað NAC-samtakið og sum skulu samstarva um útbyggingina.

– Endamálið er at økja framleiðsluna av burðardyggari matvøru í Føroyum hesi næstu seks árini, og úrslitið av tí verður ein framleiðsluorka upp á 100.000 tons av laksi í Føroyum um árið. Skulu røkka hesum málum, skulu stórar íløgur gerast og íløgut í størri smoltstøðir er ein partur av hesum, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í dag.

Ætlanin er, at hvørt smolt skal viga 500 gramm, tá ið. Tað verður sett á sjógv og tað er fyri at minka um vandan fyri sjúkum, umframt at minka um aðrar vandar, sum kunnu tak seg upp, og at bøta um effektivitetin, sigur Bakkafrost.

Tey fegnast um, at føroyskir veitarar samstarva um tílíkar verkætlanir og tey vóna, at samstarvið kann vera við at styrkja enn meira um føroyska kappingarførið í samband við at byggja til alivinnuna.

– Tað verður Kanjon úr Klaksvík, ið skal standa fyri betong- og timburarbeiðinum. Tað starvast umleið 70 fólk í felagnum.

KJ skal veita ymiska tøkniligar skipanir og har arbeiða eini 120 fólk. RV Tøkni úr Klaksvík skal gera stýriskipanir, alarmskipanir og annað og TTS, sum eisini er úr Klaksvík, skal gera el- og køliskipanina. Hjá RV Tøkni starvast umleið 20 fólk, og hjá TTS starvast umleið 50 fólk.

Danska Kaas Industribyg skal gerastálkonstruktiónirnar umframt at veita klimaskerm og kør. Umframt omanfyrinevndu fyritøkur verða eisini Formo, SMJ og LBF knýtt at verkætlanini.

Nýggja støðin fer at umfata tvær hallir á fýra kør, sum hvørt er 1.500 kubikk. Ætlanin er, at bygningurin verður innilokaður longu í ár og hann verður liðugur í 2022.

 

##med3##

Frá vinstru: Rógvi Nielsen, verkætlanarleiðari hjá Bakkafrost, Anfinn Isaksen, tekniskur stjóri hjá TTS, Jákup Oluf á Lakjuni, stjóri hjá TTS, Kjartan Hansen, stjóri hjá Kanjon, Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrost, Rúni Olsen, leiðari fyri smoltaling á Bakkafrost, Rói Vang, Rvtøkni, Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ, Oyvindur Brimnes, ráðgevandi verkfrøðingur

 

 

Mynd: Viggo Johannessen, KJ, Kjartan Hansen, Kanjon og Regin Jacobsen, Bakkafrost, skriva undir sáttmála um útbygging av smoltstøðini á Norðtoftum

 

 

Mynd: Lendið er klárt, og útbyggingin av smoltstøðini fer í gongd í næstum