Nú er kaðalin á Húsareyni umvældur

– Nú er fipurkaðalin á Húsareyni umvældur, og allar fjarskiftistænastur rigga aftur.

Tað sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri á P/F Net, í fráboðan.

Tað var fyrr í dag, at ein maskina, sum arbeiðir í økinum uppi við Húsareyn, gróv kaðalin av. Tað órógvaði alt telesamskifti. Tað eydnaðist at umleggja ymiskt, so telesamskiftið kundi koyra, hóast darvað.

Tað var eitt sindur trupult at koma til staðið, og fyrr í dag segði Páll Højgaard Vesturbú, at skaðin helst ikki varð umvældur fyrr enn í morgin, tí tað er stórarbeiði, at skoyta slíkan kaðal. Men tað arbeiðið er nú gjørt, og allar fjarskiftistænasturnar rigga aftur.