Nú er KÍ topplið

Við 7-1 heimasigri ímóti ÍF/Víkingi í kvøld hava KÍ kvinnurnar kós ímóti seytjanda FM heitinum á rað

Í fleiri vikur hava tveir dystir restað í bestu kvinnudeildini. KÍ var partur av teimum báðum. Í kvøld varð tann fyrri spældur. Hann var í Klaksvík, har felagsliðið ÍF/Víkingur vitjaði.

 

 

Heimaliðið var greitt oman á og endaði við at vinna 7-1. Hálvleiksstøðan var 3-0. Sigurin bar við sær, at KÍ skumpaði EBS/Skála av ovasta plássinum. Bæði liðini hava 45 stig. KÍ er ovari, tí málmunurin hjá teimum í Klaksvík er +76, meðan hann hjá EBS/Skála er +44.

 

 

At KÍ eigur ein dyst til góða – ímóti HB í Gundadali næsta mikukvøld – og hevur so mikið nógv betri málmun enn einasti avbjóðarin ber við sær, at tað er sera góður møguleiki fyri, at heimsmetið hjá KÍ um nakrar vikur ikki longur verður sekstan men seytjan meistaraheiti á rað. KÍ hevur verið meistari øll árini síðani 2000.

 

 

Um KÍ vinnur tveir av teimum trimum dystunum, ið eru eftir at spæla, so verður enn eitt FM heiti veruleiki.

Umframt útsetta dystin ímóti HB næsta mikukvøld skal KÍ spæla á útivølli ímóti ÍF/Víkingi og á heimavølli ímóti EBS/Skála, sum eisini skal spæla á heimavølli ímóti HB.

 

 

Aftur í kvøld var tað Hervør Olsen, sum skoraði flestu málini. Tá ið lítið korter var farið hevði hon skorað tvær ferðir. Tríggjar minuttir undan steðginum umsetti Malena Josephsen brotsspark til mál, og harvið var hálvleiksstøðan 3-0.

 Tíggju minuttir eftir steðgin var Hervør Olsen aftur upp á spæl. Tríggjar minuttir seinni minkaði Bjørg Djurhuus um munin til 4-1, og seinna partin av seinna hálvleiki skoraði KÍ tríggjar ferðir aftrat. Lilja Jacobsen varð skift inn, tá ið ein tími var farin, og tjúgu minuttir seinni hevði hon skorað tvær ferðir. Hervør Olsen staðfesti 7-1 sigurin, tá ið hon skoraði fyri fjórðu ferð.

 

 

Í september mánað hevur Hervør Olsen í fýra dystum skorað níggju mál. Nú hevur hon tilsaman skorað seytjan ferðir. Toppskorarar eru Margunn Lindholm, EBS/Skála, og Milja R. Simonsen, HB, sum báðar hava skorað átjan mál.

 

 

Nítjanda umfar verður sunnudagin annan oktober: ÍF/Víkingur-KÍ, B68-B36 og EBS/Skála-HB.

Støðan http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=67