Nú er Kári aftur formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Nú er Kári P. Højgaard aftur formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Tað hendi á aðalfundi í flokkinum í kvøld.

Samstundis stendur flokkurin fast við kravið um at fáa umboð í landsstýrið.

Men tað var bara ein avgreiðsluspurningur, tí reglugerðin hjá flokkinum sigur, at ber tað til, skal formaðurin umboða flokkin á Løgtingi ella í landsstýri.

Og Tá ið Kári P. Højgaard hevur bjóðað seg fram at verða floksformaður, avgjørdi spurningurin seg sjálvan.

Eins og Miðflokkurin er Sjálvstýrisflokkurin farin úr samgongusamráðingunum í kvøld, men fer aftur á Gamla Apotek í morgin at gera samráðingarnar lidnar.

Partarnir eru samdir um eitt samgonguskjal, men enn er eftir at býta málsøki.

Aðrastaðni á Portalinum staðfestir Jenis av Rana, at Miðflokkurin skal hava umboð í landsstýrinum og nú staðfestir Jan A. Joensen, formaður í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum, at tað krevur Sjálvstýrisflokkurin eisini.

- Tað er neyðugt fyri tryggja, at allir fýra flokkarnir í samgonguni eru á jøvnum føti, sigur hann

Hann leggur afturat, at fær flokkurin ikki umboð í landsstýrið, er ov stórur vandi fyri, at flokkurin dettur niður ímillum og hvørvur í samgonguni.

Hvussu býtið skal vera ímillum teir fýra flokkarnar, dugur hann ikki at siga.

Men onnur í samráðingunum siga, at verða tað seks aðalráð, umframt ein løgmansfyrisiting, kunnu báðir teir smáu flokkarnir fáa hvør sítt umboð í landsstýrið og so fær

Fólkaflokkurin tvey landsstýrisfólk og Sambandsflokkurin løgmann og tvey landsstýrisfólk afturat.

Men afturfyri at vera verri umboðaður í landsstýrinum, fær Fólkaflokkurin so onkrar av teimum góðu nendarsessunum í Løgtinginum.