Nú 2. hálvleikur er farin at ganga undan, eru tvey mál komin afturat á Argjum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Gunnar Nielsen um KÍ leiðsluna til 2-0.
Tá ið tað restaði eitt korter minkaði Súni Fríði Barbá um munin til 2-1 til KÍ.
Síðstu løtuna hevur tað myndað seg soleiðis, at AB hevur roynt at flyta fólkið fram, og KÍ hevur dúvað upp á snarálop.
Tá ið AB spennir álopsbogan, sum teir nú gera, kann tað væl vera, at okkurt mál fer at koma afturat - í øðrum endanum ella hinum!