Eftir at B71 beinanvegin legði seg á odda í Klaksvík, er tað nú vent í holini. Rodrigo javnaði til 1-1, og fimm minuttir undan steðginum hevur KÍ lagt seg á odda 2-1.
Málskjútti hjá KÍ var í seinna førinum miðverjin Ovi Nysted. Hann smekkaði fríspark úr 22 metrum og dygst inn við stólparótini.