Nú er KÍ har sum liðið hoyrir heima

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjalgrím Elttør var við, tá KÍ tapti seinastu og næstseinastu steypafinaluna liðið var í fyrst í hesi øldini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við veteranin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, sum tapti steypafinalur við KÍ ímóti B36 í 2006 og í 2001, men sum loksins aftur fær møguleikan at vinna kappingina um løgmanssteypið, sum KÍ ikki hevur vunnið síðani 1999.

 

KÍ greiddi ein 0-0 javnleik ímóti NSÍ á útivølli, og tað var meir enn nóg mikið, tí liðið hevði eina 4-1 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni norðuri í Klaksvík. Hjalgrím Elttør viðgongur, at tað var heldur tamt við einum málleysum javnleiki, men trygga leiðslan frá fyrra dystinum spældi eisini inn.

 

Hjalgrím Elttør fegnast um, at KÍ loksins er í steypafinaluni aftur, og hann heldur, at nú er KÍ har, sum liðið hoyrir heima, í oddinum í føroyskum fótbólti.