Nú er John Kerry ein veruligur avbjóðari

Gjáranáttina vann John Kerry tey fyrstu uppstillingarvalini í Suðurstatunum, og nú verður hann mettur sum ein rættiligur avbjóðari hjá Bush, forseta

UPPSTILLING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk

Senatorurin úr Massachusetts kann nú av álvara fyrireika seg til forsetavalið í heyst.
Gjáranáttina vann John Kerry uppstillingarvalini í statunum Virginia og Tennessee, sjálvt um tvey av hinum valevnunum, John Edwards og Wesley Clarke, vóru á heimavølli her. Í Virginia fekk Kerry heili 52 prosent av atkvøðunum, meðan sigurin í Tennessee var ikki so greiður.
Eygleiðarar í Washington siga, at tað kom óvart á, at Kerry fekk so dygga undirtøku í teimum báðum suðurstatunum. Teir tulka sigurin sum eitt tekin um, at Kerry er førur fyri at bjóða Bush, forseta av í Suðurstatunum, har republikanararnir vanliga eru teir sterkastu.
Sjálvur segði Kerry aftan á valsigurin gjáranáttina, at sigurin er eit tekin um, at amerikonsku veljararnir bæði í norði, eystri, vestri og suðuri vilja hava eina broyting.
Hann hevur nú vunnið 12 av 14 uppstillingarvalum. Í Virginina og Tennessee fekk John Edwards næstflestar atkvøður, og hann hevur gjørt av at halda fram í valstríðnum. Fyrrverandi NATO-generalurin Wesley Clark kunngjørdi í gjár, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni.