Longu í 4. minutti hevur B36 javnað í Gundadali. Rúni Gaardbo bríkslaði fyri brotssparki, tá ið B36 verjuspælarin Dimitri Jankovic og ein skálamaður fóru upp í nærdysti í Skála brotsteiginum.
Liðformaðurin Klæmint Matras sendi úr ellivu metrum bóltin í málið. 1-1 millum B36 og Skála.










