Alt er fullkomuliga vent á høvdið í Tallinn í Estlandi. Eftir at Føroyar vóru aftanfyri 3-0 í 1. hálvleiki, er støðan nú 3-3!
Føroyar hava skorað tríggjar ferðir innanfyri nakrar fáar minuttir. Christian Lamhauge Holst skoraði tvey tey fyrstu málini, og nú hevur Súni Olsen javnað við brotssparki.
Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at ein av heimamonnunum hevði havt hondina á bóltinum.









