Nú er ILA eisini staðfest í Vágum

Antin mugu vit fáa betri møguleikar at taka fisk, ella mugu alibrúkini minkast, annars hevur Landsdjóralæknin ringar vónir um at vit yvirhøvur sleppa av við ILA

ILA

Nú stóðu so Vágar fyri tørni!
Herviliga laksasjúkan, ILA, hevur breitt seg sum eldur um alt landið og hóttir við at taka seinastu skorarnar undan føroysku alivinnuni.
Vágar hevur verið eitt av teimum fáu økjunum, sum higartil eru sloppin undan.
Men nú er sjúkan eisini staðfest í Vágum.
Tað er Sørvágs Laks í Sørvági, sum nú hevur fingið ILA.
Bjørn Harlou, Landsdjóralækni, sigur, at tað nú ein dagin varð endaliga staðfest, at tað er ILA, sum alibrúkið Sørvágs Laks hevur.
Hann visti ikki í gjáramorgunin, hvussu nógvur laksur er sjúkur, men hann sigur, at ILA er staðfest í einum ella tveimum ringum hjá Sørvágs Laks.
Hann sigur, at Sørvágs Laks verður nú viðgjørt akkurát sum øll onnur alibrúk við ILA: Laksurin í teimum ringunum, har ILA er staðfest, skal takast skjótast gjørligt og tann fiskurin, sum er sjónliga sjúkur, ella deyður av ILA, skal fyribeinast og so skal aliøkið leggjas t óvirkið í seks mánaðir.

Sleppa ikki av við ILA
Nú eru økini av álvara farin at fækkast, sum ikki hava fingið ILA.
Og Landsdjóralæknin metir, at sum gongdin er í løtuni, verður ómetaliga trupult, fyri ikki at siga heilt ómøguligt at sleppa av við sjúkuna.
? Høvuðstrupulleikin er, at vit hava ikki umstøður at taka stórar nøgdir av laksi upp á stutta tíð, sigur hann.
? Sostatt gongur ov long tíð frá tí at ILA er staðfest í einum alibrúki, til tað letur seg gera at beina fyri øllum laksinum.
Hann sigur, at antin mugu alibrúkini minkast, ella mugu umstøðurnar at taka og virka laks, munandi økjast.
? Í løtuni er stórt ósamsvar ímillum støddina á alibrúkunum og umstøðurnar at taka og virka laks og umstøðurnar at beina fyri stórum nøgdum av deyðum fiski upp á stutta tíð. Og fyrrenn hetta ósamsvar er burtur, sleppa vit ikki av við ILA, sigur hann.
Hann sigur, at mong halda, at bjargingin liggur í koppsetingarevninum ímóti ILA, sum føroyingar í løtuni royna at fáa ES at góðkenna.
Men avsannar Landsdjóralæknin.
? Koppsetingarevnið er ikki bjargingin. Koppsetingarevnið kann verða eitt sera hent amboð í royndunum at berja niður ILA, men koppseting einsamøll loysir ongar trupulleikar.
? Skal koppseting virka, er tað ein fortreyt, at vit eisini samstundis seta munadygg tiltøk í verk í øllum liðum í vinnuni fyri at forða fyri, at smittan breiðir seg. Og tað, sum hevur størst týdning í hesum sambandi, er, at vit fáa umstøður at taka fiskin í sjúkum alibrúkum upp á stutta tíð.
? Sostatt hava vit onga trygd fyri, at koppsetingin loysir trupulleikan, tí eru hinar fortreytirnar ikki til staðar, er ivingarsamt, hvør nytta er í koppsetingini.
? Og koppsetingarevnið verður í fyrsta lagi til taks í vár, leggur Landsdjóralæknin afturat.
Hann sigur, at tað átti ikki at tikið meiri enn ein mánað at tikið allan fiskin í einum sjúkuraktum brúki og hann leggur afturat, at tað er hetta, sum hevur størstan týdningin í royndunum at niðurberja ILA.
? Í Skotlandi hava myndugleikarnir tvingað alivinnuna at syrgja fyri, at laksur úr sjúkuraktum brúkum kundi takast upp á ein mánað og hetta hevur ført við sær, at tey hava ikki havt ILA í Skotlandi í meiri enn trý ár, sigur Landsdjóralæknin.


MYND AV LAKSI

Okkara størsti trupulleiki er, at vit hava ikki umstøður til at taka stórar nøgdir av laksi upp á stutta tíð og tað verður framvegis okkara størsti trupulleiki, hóast vit fáa loyvi at koppseta, so koppseting einsamøll er ongin bjargin, sigur Landsdjóralæknin