Nú er ikki nógv at siga NI fyri

   

Eg sat her á flatlondum og fylgdi valinum um kommunusamanlegging í Sundalagnum. Sjálvt um eg ikki havi havt bústað í Hósvík í nógv ár, havi eg tó mínar røtur í Hósvík og fylgi við áhuga tí, ið hendir í heimbygd míni. Eg var fyri at siga tað pent sjokerað yvir úrslitið: NEI. Sum tann einasta kommunan, var tað Hósvíkin, sum segði nei. Sig mær hvat í allari víðu verð hugsa tit fyri tykkum? Ella rættari spurt: hugsa tit? Hvussu ætla tit at klára tykkum sum ein lítil "Palle alene i verden" uttan fyri alt og øll? Hvat við útbygg-ing av skúlanum, betran av ansingarplássum til børnini os.fr. Halda tit virkuliga, at tit klára alt uttan samstarv við hinar kommurnar? Tit mugu rokna við, at hinar kommunurnar ikki eru sinnaðar í at hava tað stóra samtarvið við tykkum, tá tit nú hava meldað tykkum úr felagsskapinum.
Tað hevur verið attraktivt hjá barnafamiljum at flyta til Hósvíkar, tí bygdin liggur so centralt, og tað er skjótt at koyra til Havnar. Hvør tímir nú at flyta til eina bygd, sum siglir sín egna sjógv og sum hevur stórar uppgávur fyri framman? Dagrøktin klárar illa at fylgja við barna-vøkstrinum, skúlin nøktar ikki nútíðarinnar tørv, og nógv eru børnini undir skúlaaldur. Hvat nú um/tá eldraøkið verður lagt út á kommunurnar? Hvar fáa tit pengarnar frá?
Tað ringasta av øllum er, at eg trúgvi ikki, at tit, sum hava atkvøtt nei, hava hugsað framm í tíðina. Ístaðin hava tit hugt aftur í tíðina og lurta eftir teimum gomlu negativu og ókonstruktivu bygdarfólkunum, sum liva í 1950?unum (ella nær tað var), tá Hósvíkin sleit seg leysa frá Hvalvíkini. Hetta gamla bygdaklandrið sum eg og onnur við mær bara hava grinið at. Eg trúði also, at hetta bygdarsliga snævurskygni var farið í ommu sína, men tað sær ikki soleiðis út.
Summi vilja verða við at Hósvíkin er Føroya nalvi, tí hon liggur so centralt. Sum úrslitið hevur víst seg í kvøld, kann eg ikki lata verða við at hugsa um barnabókina "nalvi framm-an, prumpur aftan". Við at seta nei á atkvøðingarseðlin hava nei-sigaranir kúvent frá at verða ein centralur nalvi til at vera ein prumpur aftan. Eitt lítið hol, ið liggur goymt og krógvað einsamalt í tí svarta myrkrinum.
Hósvíkingar hava ofta borið orð fyri at vera tvørir, hesum brekinum kann eg sjálv ikki fullkomiliga siga meg fría fyri at hava; men at meirlutin av hósvíking-um eisini stóðu so aftarliga í køini, tá Várharra lutaði út vit og skil, sum úrslitið í kvøld vísti, visti eg ikki.