Nú er ikki at slaka

Allur ítróttur fer at leggja stilt í eina tíð afturat, sigur Ítróttarsamband Føroya

Allar ítróttagreinar leggja stilt, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast.

Tað sigur Elin Heðinsdóttir Joensen,forseti í Ítróttarsambandi Føroya, ÍSF, í morgun. Og tað merkir, at allur ítróttur leggur stilt til annan páskadag – í minsta lagi.

– So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, líka so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við, sigur hann

Hann sigur, at ÍSF leggur dent á, at øll feløg, og sersambond í ÍSF, virða seinastu almennu tilráðingarnar.

– Tað merkir, at venjingar, dystir, kappingar og annars øll ítróttatiltøk, bæði innandura og uttandura, leggja stilt til og við annan páskadag,  í hvussu so er.

Og her er talan um allan ítrótt í øllum deildum og og øllum aldursbólkum

– Nú eigur eingin at slaka. Vit taka framvegis ábyrgd og vilja vera við til at tálma smittuni, tí enn skal støðan skal takast í størsta álvara, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

– Samfelagssinni er framvegis lyklaorðið her, leggur hon afturat.