DMI hevur boðað frá kava hesa vikuna, og meðan tað enn er turt og bert í meginøkinum, er nú byrjað at kava í suðri.
Myndir av Tvøroyri og Hvalba vísa, at tað er hvítnað á vøllinum, og millum annað hevur flogbóltsfelagið TB avlýst onkra venjing hjá børnunum, so tey heldur kunnu spæla sær í góða kavaveðrinum har suðuri.
DMI sigur framvegis frá møguligum kava hesa vikuna, men móti vikuskiftinum fer at orna aftur og sannlíkindini fyri kava minka aftur.
Millum eitt høgt hátrýst yvir Grønlandsfjørðinum og eitt lágtrýst, sum sunnan og eystan fyri Føroyar, mennist ein sterkur streymur av kaldari luft av norðri og landnyrðingi, við nógvum vetrarælum. Hósdagin fer eitt djúpt lágtrýst frá Skotlandi umvegis vesturnoreg til Norðhavið í ein landyrðing úr Føroyum, har tað verður liggjandi og sendir harðan og rættiliga kaldan luftstreym og ælaveður av útnyrðingi inn yvir Føroyar.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av landnyrðingi, 10 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl, umframt møguliga harðar hvirlur. Hitin millum 1 og 4 stig. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, sum fer í ein norðan, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin frá beint undir frostmarkinum til 5 hitastig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum lækkar í ein útnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin frá beint undir frostmarkinum til 5 hitastig.
Fríggjadagin
Sum frá líður strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, stundum minni vindur. Yvirhøvur skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl og hitin millum 2 og 5 hitastig.
Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Sunnudagin
Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sum frá líður okkurt hendinga ælið og møguliga sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig.











