Nú er hon skrásett sum dripin

- Hetta er eitt óloyst drápsmál, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

 

Norska kringvarpið - NRK - ber í dag tíðindini um, at hin 69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, nú er skrásett sum dripin. Løgreglan hevur tó einki lík at vísa á.

Tað var hin 31. oktober í 2018, at konan hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi, og nú sigur norska løgreglan, at hetta er eitt óloyst drápsmál.

- Vit vita enn ikki ítøkiligu løtuna. Tí er tað náttúrligt at brúka dagin, tá hon blívur burtur, sum deyðsdag, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við NRK.

Tískil hevur løgreglan nú skrásett Anne-Elisabeth Hagen at vera dripna hin 31. oktober í 2018, tá maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, boðaði frá, at konan var horvin.