Nú er hon nóg stór

Heimsins hægsta kvinna er kinverska Yao Defen. Við sínum 236 sentimetrum røkkur 34 ára gamla kvinnan væl upp um tey flestu í grannalagnum. Og við 57 í skógvastødd er tað ikki bara at siga tað, tá nýggir skógvar skulu finnast.
Orsøkin til vakstrarlagið er ein heilasvøllur, sum hevur ávirkað hypofysuna, og læknarnir fara nú at gera eina roynd at steðga vøkstrinum.
- Eg droymi alla tíðina um, at eg haldi upp at við at vaksa. Tað einasta, sum eg ynski mær, er eitt normalt lív sum øll onnur menniskju, sigur hon.
Vøksturin hevur viðført fleiri brek, soleiðis at Yao í dag mest sum ikki er før fyri at ganga. 20 tímar um dagin verða nýttir til hvíld, men nú vónar hon, at hetta fer at batna.
Í øllum førum hevur ein skurðlækni lovað henni, at hann skal steðga vøkstrinum.