Nú er hon klár til heimsins størstu ítróttarkapping

Hetta er er eitt gott høvi hjá henni at royna seg á altjóða pallinum

Nú í heysferiuni, fer svimjarin, Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen, at umboða Føroyar í heimsins størstu ítróttarkapping fyri úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi.

Tað boðar Parasport Føroyar frá í morgun.

Talan er um kappingina, Global Games, sum INAS skipar fyri. INAS stendur fyri The International Federation For Athletes With Intellectual Impairments. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar eru við í kappingini, sum hesa ferð verður í Brisbane í Avstralia.
Kappingin er í døgunum frá 12. til 19. Oktobur og hetta er fimtu ferð at INAS skipar fyri Global Games.Tað eru annars yvir 1.000 ítróttarfólk úr 50 londum við í kappingini.

Tað eru ikki nógv fólk við menningarórógvi ið íðka úrvalsítrótt, men tó eru nøkur ið áður hava roynt seg í øðrum kappingum, serliga í frælsum ítrótti. Ikki minst hava føroyingar verið við í svimjing, har Ragnvaldur Jensen umboðaði Føroyar í Paralympisku leikunum í London í 2012.
– Høvuðsendamálið við Føroysku luttøkuni er at fáa royndir, og at vísa á at hetta er ein møguleiki fyri onnur fólk við líknandi avbjóðingum, sigur Parasport Føroya.
– Hetta er eitt fínt høvi at royna seg á altjóða pallinum, men hetta er fyrstu ferð at at ein bólkur er fyri fók við autismu og vanligum intelligensi, er við. Og tí er tað trupult er at vita hvussu hørð mótstøðan verður, leggja tey afturat.
Fyrsta kappingin hjá Signu Vár verður sunnudagin sunnudagin.