Ítróttarklumman
Lat tað verða sligið fast, at tað er gleðiligt fyri føroyskan fótbólt, at ein spælari við evnunum hjá Christiani Restorff Mouritsen nú aftur er at síggja á fótbóltsvøllinum. Tí talentir av tí kalibaranum fáa vit illa verið fyriuttan.
Men tað nertir ikki tann veruleika, at undantakið, sum Kappingarnevndin kom við fríggjadagin, ríður væl og virðiliga um markið av tí, sum er rætt og rímiligt.
Staðfestast kann í øllum førum, at hóast næstu grannalond okkara øll eru á einum máli um, at hetta ikki hevði gingið hjá teimum, og hóast løgfrøðisliga ráðgevingin hjá FSF staðfestir, at eitt forgloymisli ikki kann roknast sum heilt serligt føri, so hevur Kappingarnevndin tikið avgerð um, at talan kortini eru um heilt serligt føri. Ein avgerð, sum í besta føri kann tulkast so, at niðurstøðan um at loyva flytingini, varð gjørd, longu áðrenn viðgerðin fór fram, og at kumpassin í viðgerðini tí er stillað eftir hesum.
Fyri fáum vikum síðani tók FSF avgerð, sum í veruleikanum innibar, at rættartrygdin hjá sáttmálabundnum spælarum er sett til viks, tí tað hevur ikki longur týdning, um feløgini rinda spælarunum ásettu lønina ella ikki.
Hesa ferð hevur FSF tikið eina avgerð, sum væl kann gjøgnumhola regluna um flytingarvindeyga.
Diplomati er sjálvandi av tí góða, og tað er alla æru vert, at eisini FSF í størst møguligan mun roynir at finna semjur um tær ósemjur, sum annars eru í føroyskum fótbólti. Men tá semjurnar og niðurstøðurnar bera bráð av, at tað týdningarmesta er at glatta út og feiða undir teppið, verður talan heldur um eitt slag av ómegd, sum er føroyskum fótbólti til lítlan sóma, nú vit í tvey áratíggju av øllum alvi hava roynt at eta kirsuber saman við teimum stóru.