Tingformaðurin hevur stevnt løgtinginum til fundar týsdagin 19. januar kl. 11. Merkisvert er tað, at hesin fyrsti tingfundurin í 2010 verður júst, tá ið hetta valskeiðið verður hálvrunnið. Løgtingsval var leygardagin 19. januar í 2008, og løgtingsval verður aftur í seinasta lagið hósdagin 19. januar í 2012.
Tá ið valskeiðið er hálvrunnið, eigur at verða roknað við, at politiska arbeiðið í hesum valskeiðnum er í hæddini. Royndirnar frá sluttspurtinum seinasta valskeið eiga at hava lært politikararnar, at tað er ikki gott hugskot at bíða við stórum reformum, inntil tað bara eru fáar vikur eftir av valskeiðnum. Á heysti í 2007 var bruni í, og endin var, at val varð útskrivað, meðan ein rúgva av uppskotum framvegis lógu í tinginum. Hesum vilja politikararnir sleppa undan hesa ferð, og samfelagið hevur ikki ráð til ein sovorðnan kiksara eina ferð aftrat.
Royndirnar nógvu tær seinastu ferðirnar hava víst, at síðsta árið undan valinum, ansa politikararnir serliga nógv eftir hvørjum øðrum. Royndirnar vísa eisini, at frá ólavsøku og til ársskiftið snýr politiska arbeiðið seg fyrst og fremst um fiskidagarnar og síðani fíggjarlógina. Tí er tað nú, at lagaliga løtan at fremja stóru og grundleggjandi broytingarnar, sum tað sigst vera breið semja um, at tað er neyðugt at fremja.
Í fleiri valskeið hevur verið tosað um nýggjan kommunalan bygnað og um at skipa fiskivinnuna av nýggjum. CHE samgongan legði djúptøkið uppskot um broytingar í fiskivinnulóggávuni fram á ólavsøku í 2008. Uppskotið var við til at gera enda á samgonguni. Gongdin seinasta árið hevur víst, at tað framvegis er neyðugt við stórum broytingum, og um landsstýri, samgonga og løgting megna at taka seg saman, so fer tað ivaleyst at vísa seg, at fiskivinnureformurin – hóast talan er um aðra samgongu – ikki fer at vera heilt ólíkur tí, sum var við til at ryggbróta CHE samgonguna.
At inntøkurnar hjá tí almenna so heilt hava svikið, hevur av álvara kynt undir spurningin um at dagføra almenna geiran, sum tað nú eitur. Umframt inntøkusíðuna og harvið skattalóggávuna, so hevur hetta ikki minst við útreiðslur til vælferðartænasturnar at gera. Hvussu skulu heilsuøkið, almennaøkið, útbúgvingarøkið og samferðsluøkið skipast. Hetta hongur alt saman. Eftir nógv prát og ikki so nógv arbeiði í mong ár tykist pensiónsspurningurin nú at vera komin rættuliga nær einari breiðari semju. Fleiri av hinum spurningunum hanga framvegis í leysum lofti.
Umframt fíggjarliga tungu spurningarnar og eisini marknaðarspurningin, sum enn eina ferð tykist vera uppsteðgaður, so hevur tingið givið sær sjálvum eina aðra uppgávu, sum skal loysast heilt skjótt. Tað er spurningurin, um Føroyar á næsta vali skulu vera skipaðar í eitt ella fleiri valdømi. Tað er nú, at tað er tann lagaliga løtan at arbeiða við og loysa hesar spurningarnar. Tað, sum ikki verður nortið í vár, verður hesu megin løgtingsvalið ikki annað enn valflesk!