Nú er hesin Mikines seldur á uppboði

Litríkur málningur av grindadrápi fór langt upp um metingina

Í vikuni vóru tveir málningar eftir Samuel Joensen-Mikines seldir á uppboðssølu í Danmark, og annar málningurin fór væl upp um metingina.

Tann dýrari málningurin var ein øðrvísi og litríkur málningur av grindadrápi. Mikines hevði málað við oljumáling á krossvið, og støddin á málninginum var 67 x 105 sentimetrar.

Metingin hjá uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen var, at málningurin var verdur millum 80.000 og 100.000 krónur.

Tá ið hamarin fall, var boðið 130.000 krónur. Afturat tí koma gjøld og avgjøld, so at keyparin skal gjalda nakað oman fyri 200.000 krónur fyri málningin. Bæði seljari og keypari eru ónevndir.

Ein annar málningur hjá Mikinesi var eisini seldur hendan sama dagin. Tað var ein oljumálningur av illveðri í Mykinesi. Støddin var 55 x 70 sentimetrar, og metingin var millum 40.000 og 50.000 krónur. Málningurin varð seldur fyri 48.000 krónur umframt gjøld og avgjøld.

Málningar hjá Mikinesi verða javnan seldir á uppboðssølu í Danmark, og vanliga er áhugin stórur at keypa.